Føroyskar bókmentir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Old book bindings.jpg

Ofta siga vit at føroyskar bókmentir eru "ungar" sum bókligar mentir. "Udstrækker vi begrebet moderne litteratur til at omfatte det 20. århundrede, er al skreven færøsk litteratur moderne litteratur" skrivar Jógvan Isaksen í bókini Færøsk litteratur (1993), men hendan staðfesting skal tó helst ikki skiljast sum annað enn ein eggjan til lesaran og hon er beinleiðis skeiv og byggir á interalismu, tvs. at vit eru von við at skriva um okkara mentan, søgu og bókmentasøgu út frá tjóðini sjálvari, mótvegis at síggja hesa skapan sum komna uttanifrá.

Føroyskar bókmentir vóru ikki skaptar í 1888 í samband við Jólafundin, ella í 1876 á Regensen, men komu spakuliga fram í 1820unum og 1830unum. Her er tað avgerðandi at skilja hvussu skaldskapur varð brúktur og ikki minst hvussu hesin varð lyftur úr kontekstinum. At tað ikki var fyrr enn ein altjóða filologisk intelligensia viðurkendi tær, sóu tær og útgav tær at tær vóru endaliga lyftar úr teirra konteksti og seinni komu føroysk lærd og tjóðskaparfólk at brúka tær í føroysku tjóðarbyggingini.

Hetta er ein nýggj søguskriving og ein onnur historiografisku siðvenjuna, ið kemur frá 2012 frá kanningum hjá Kim Simonsen, har hann fyllir út sum alt for nógv ikki hava duga at sett saman. Soleiðis at taka bókmentir í ávara sum ein umráðandi partur av tí at tjóðin kom fram.

Tvey – at neyðugt er at læra at nakað so ‘ósekt’ ella tilvildarligt sum innsavnan av kvæðum, fornminnum, áhugin hjá lærdum um heimin fyri føroyskum tjóðminnum kom at vera brúkt sum ein partur av einari politiskari instrumentalisering av einari tjóðskaparligari sjálvsmynd.

Í 1820unum og 1830unum, vóru teir mest umráðandi mentarnationalistarnir Danskir og aðrir Norðurlendingar og eisini førandi evropeiskir mentanarnationalistar sóu Føroyar og føroyskar bókmentir og mál.

Við at gera eina umfatandi kortlegging, tulking hevur Kim Simonsen sett fram eina frágreiðing um hvussu føroyskar bókmentir byrjaðu.

Næst, eitt týðuligt úrslit her er at føroyskar bókmentir vóru ikki skaptar av føroyskum høvundum, men av einari filologiskari kollvelting sum kom at skapa eina gulløld fyri hesi heimskendu netverk av lærdum filologum, innsavnarum, søgufrøðingum og høvundum.

Soleiðis er Jólafundurin ein pallseting sum hendi tá alt var til staðar – vit kunnu kalla Jólafundin eina performance og ein minnisstað, ið hevði til endamáls at fáa 'nationala' spurningin ‘heim’ og seinni at gera teir, ið vóru við til ein part av einari nýggjum Føroyskum Pantheon.

Sum tað triða, er tað sum Ann-marie Thiesse hevur kallað “samleika-hjálp’ (identity-assistance). Hesin varð givin til smáar tjóðir sum vóru við at koma fram, sum t.d. tá ensk, fronsk, týsk og russisk lærd hjálptu framkomandi tjóðum aftaná at Ottomanska Emperii datt saman (Finnland og Ísland – Altjóða mentanarnationalistar vóru serliga áhugaðir í at skapa nýggj national epos fyri hvørja tjóð, t.d. gav Kalevala Kvæði finnum eina søgu, bæði Noreg og Ísland hækkaðu í metum og funnu sær sess innan heimsbókmentaliga pallin gjøgnum sagair, men føroyingar høvdu eisini okkurt sum hevði eina stóra sosiologisk megi, nemliga kvæðini. Hesir lærdu kring heimin beinleiðis stuðlaðu, eggjaðu og arbeiddu lið um lið við tey ungu intellektuellu í hesum tjóðum um at fáa hesi ungu lond á føtur. Á sama hátt komu Svend og faðir hansara N.F.S. Grundtvig, C.C. Rafn, Rasmus Rask, Jón Sigurðsson og óteljandi onnur í netverkinum sum arbeiddi við føroyskum bókmentum at geva Schrøteri, Hammershaimb og øðrum eina slíka samleika-hjálp – hugsið bara um bókasavnið sum teir stovnaðu í 1827, bókagávurnar í 1820unum og 1830unum.

Føroyingar høvdu brúk fyri hesi samleika-hjálp, men í øllum hesum londum er umráðandi at fjala hesa hjálpina, bæði tí at tað er ein grundlaggjandi partur av allari nationalismu, at leggja dent á sjálv-definitón.

Sum tað fjórða, føroyskur bókmentir vóru viðurkendar sum ein partur av tí sum kallað 'lærda bókmentaliga republikkin'.

Fyrsta (føroyska) skaldsøgan sum varð skrivað á føroyskum, var Bábelstornið hjá Regin í Líð, skalsøgan kom út í 1909. Tey komani 100 árini eftir fyrstu føroysku skaldsøguna komu gott 100 skaldsøgur til vaksin út, sum upprunaliga vóru skrivaðar á føroyskum.

Í 1870-árunum kyknar ein sangmentan millum føroyskar studentar í Keypmannahavn. Hini fyrstu royndini stóð einstøðingurin Alexander Weyhe (18251870) fyri við yrkingini (1850). Yrkingin var bæði ávirkað av klassisismuni og romantikkinum og var ein hálovan av landi, fólki, máli og norrønari fortíð, men Alexander lovprísar um somu tíð einaræði, upplýsingarrørslu og klassisismu.

Framfýsnir studentar fóru við íblástri frá romantikkinum og hugsan hennara um eitt fólk, eitt mál og ein stat at yrkja til veitslur í Føroyingafelag. Felagið var stovnað í 1881 við tí endamáli at virka til framburð fyri føroyskum máli og føroyskari mentan. Føroyingafelag fekk stóran týdning fyri tjóðskaparrørsluna, mál og mentan, bæði fyri føroyingar í Keypmannahavn og í Føroyum.

Árni Dahl gav í 1980, 1981 og 1983 út røðina Bókmentasøga 1, Bókmentasøga 2 og Bókmentasøga 3, ið skuldi nøkta fyribils tørvin á eini fullførdari føroyskari bókmentasøgu, men enn er tann bókin ikki komin.

Yvirlitið í neðra er stórt sæð skipað eftir bókarøðini hjá Árna Dahl.

Elstu skriftminni[rætta | rætta wikitekst]

Kvæði og Tættir[rætta | rætta wikitekst]

Føroyafrágreiðingar[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Bókmentir[rætta | rætta wikitekst]

(skráin verður meiri komplett seinni). Simonsen, Kim 2013/14, (fortcoming) Literature, Imagining and Memory in the Formation of a Nation - Travel writing, canonisation and the formation of a national self-image in the Faroe Islands. Rodopi, Holland.

Aðrar:

  • Andreassen, Eyðun. 2006. Ordinary Europeans from Northern Norway to the Mediterranean. On Gender and Identity on the Faroe Islands. In Pertti Antonnen (ed.), Making Europe in Nordic Contexts. NIF Publications 35. Turku: NIF.
  • Berger, Stefan. 2006. Towards Global Perspectives on the Writing of National History. In Representations of the Past. The Writing of National Histories in the Nineteenth and Twentieth-Century Europe (NHIST). News Letter 2. The European Science Foundation.
  • Berger, Stefan 2011. Introduction. Narrating the Nation. Historiography and Other Genres. In Stefan Berger, Linas Eriksonas & Andrew Mycock (eds), Narrating the Nation. Representations in History, Media and the Arts. New York & Oxford: Berghahn Books.
  • Bing, Lars Hess. 1796. Beskrivelse over kongeriget Norge, øerne Island og Færøerne, samt Grønland efter ældre og nyere, trykte og haandskrevne geographiske, chorographiske, topographiske, statistiske Skrifter, Afhandlinger og Efterretninger, saavelsom ved Brevveksling og ellers erholdte Oplysninger, forfattet i alphabetisk Orden. Copenhagen: Gyldendal.
  • Birley, C. 1891. In the Faroes. In Good Words 32.
  • Debes, Hans J. 1982. Nú er tann stundin. Tjóðskaparrørsla og sjálvstýrispolitikkur til 1906 við søguligum baksýni. Torshavn: Føroya Skúlabókagrunnur.
  • Debes, Lucas Jacobsøn. 1963 (1673). Færoæ & Færoa reserata. Det er Færøernis oc færøeske Indbyggeris beskrifvelse, udi hvilcken føris til liuset adskillige naturens hemeligheder, oc nogle antiqviteter, som her til dags udi mørcket hafve været indelugt, oc nu her opladis, vol. I. Copenhagen: Munksgaard.
  • Friis, Peder Claussøn. 1881. Samlede Skrifter, utgjevne av Gustav Storm. Kristiania.
  • Hammershaimb, V. U. 1844. Det færøiske Sprog. In Kjøbenhavnsposten, December 19.
  • Hammershaimb, V. U. 1983 (1841). Færøsk Dagbog 6.7.-16.8. 1841. In Ole Jacobsen & Johanne Brandt-Nielsen (eds.), Fra Færøerne. Úr Føroyum, vols. IX-X. Copenhagen: Dansk-Færøsk Samfund.
  • Holm, P.A. 1856. Skildringer og Sagn fra Færøerne. Copenhagen: Det danske Folkeskriftselskab.
  • Illustreret Tidende. 1861-1878. Copenhagen.
  • Joensen, Jóan Pauli. 2003a. Opfindelsen af det færøske folk, kultur og nation. In Daniel Thorleifsen (ed.), De Vestnordiske landes fælleshistorie. INUSSUK, Arktisk forskningsjournal 2.
  • Jonge, Nikolay, 1779. Chorographisk Beskrivelse over Kongeriget Norge, samt Færøe, Iisland og Grønland. Copenhagen: Johan Rudolph Thiele
  • Landt, Jørgen. 1820. Jørgen Landts Breve om hans Rejse til Færøe 1792. In Magazin for Rejseiagttagelser 1.
  • Leclercq, Jules. 1883. La terre de glace, Féroe, Islande, les geysers, le mont Hekla. Paris: E. Plon.
  • Lyngbye, Hans Christian. 1820 (1817). Færøske Oldsager. B. Efterretning om adskillige Oldsager og Mærkværdigheder paa Færøe. In Antiquariske Annaler. Udgivne ved Den Kongelige Commision i Kjøbenhavn for Oldsagers Opbevaring 3.
  • Lyngbye, Hans Christian. 1820b (1817). Færøske Oldsager. A. Om den gamle Kierkemuur ved Kirkeboe paa Færøe. In Antiquariske Annaler. Udgivne ved Den Kongelige Commision i Kjøbenhavn for Oldsagers Opbevaring 3. Copenhagen.
  • Mackenzie, Sir. Georg Steuart. 1815. A Short account of the Faroe Islands. Drawn up for the Edinburgh Encyclopædia. In Edinburgh Encyclopædia. Edinburgh.
  • Marnersdóttir, Malan. 2007. Construction and Deconstruction of the Faroese Nation. In Scandinavian Studies 79.
  • Svabo, Jens Christian. 1959 (1782). Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782. Copenhagen: Selskabet til Udgivelse af Færøske Kildeskrifter og Studier.
  • Sørensen, H. J. J. 1862. Erindringer fra Færøerne. In Dansk Maanedsskrift 1.
  • Tarnovius, Thomas. 1950. Ferøers Beskrifvelser. Copenhagen: Munksgaard.
  • Taylor, Elizabeth. 1997. The Far Islands and Other Cold Places. Travel Essays of a Victorian Lady. St. Paul, Minn: Pogo Press.
  • Torfæus, Thormod. 1770. Historisk Beretning om Indbyggernes Bedrifter paa Færøerne. Copenhagen.
  • Warring, Anette. 2011. Erindring og historiebrug. Introduktion til et forskningsfelt. In TEMP 2.
  • Williams, Raymond. 1973. The Country and the City. London: Chatto & Windus.
  • Winther, Niels. 1985 (1875). Færøernes oldtidshistorie. Torshavn: Emil Thomsen.
  • Wolff, Jens Lauritzsøn. 1651. Norrigia Illustrata.
  • Wylie, Jonathan. 2011. Eg Oyggjar Veit. Views, Overviews, and Oversights. In Firouz Gaini (ed.), Among the Islanders of the North. An Antropology of the Faroe Islands. Torshavn: Faroe University Press,

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]