Tilnevningar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins frá Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Rithøvundafelag Føroya hevur gjørt tilnevningar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins frá Føroyum á nærum hvørjum ári síðani 1985. Higartil hava tveir føroyingar fingið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, William Heinesen fekk hana í 1965 fyri Det gode håb (tilnevndur frá Danmark) og Rói Patursson fekk hana í 1986 fyri yrkingasavnið Líkasum. Tóroddur Poulsen hevur verið tilnevndur seks ferðir: 1996, 2002, 2005, 2009, 2011 og 2014.[1] Jóanes Nielsen hevur verið tilnevndur fimm ferðir: 1988, 1994, 1999, 2004 og 2013, Carl Jóhan Jensen hevur verið tilnevndur fimm ferðir: 1991, 1998, 2007, 2008 og 2016, Gunnar Hoydal tríggjar ferðir: 1989, 1993 og 2010, Jens Pauli Heinesen tvær ferðir: 1987 og 1995 og Hanus Kamban tvær ferðir: 2003 og 2012. Tvær føroyskar kvinnur hava verið tilnevndar higartil, tað var í 2001, tá Oddvør Johansen var tilnevnd og í 2015, tá ið Sólrún Michelsen varð tilnevnd.

Tilnevningar[rætta | rætta wikitekst]

* Fekk virðislønina
Carl Jóhan Jensen, tilnevndur 1991, 1998, 2007, 2008 og 2016
Hanus Kamban, tilnevndur 2003 og 2012
Ár Rithøvundur Bók Slag av bókmentum
1985 Regin Dahl Eftirtorv Yrkingar
1986 Rói Patursson Líkasum* Yrkingar
1987 Jens Pauli Heinesen Leikur tín er sum hin ljósi dagur Skaldsøga
1988 Jóanes Nielsen Tjøraðu plankarnir stevna inn í dreymin Yrkingar
1989 Gunnar Hoydal Hús úr ljóði Yrkingar
1991 Carl Jóhan Jensen Hvørkiskyn Yrkingar
1993 Gunnar Hoydal Undir Suðurstjørnum Skaldsøga
1994 Jóanes Nielsen Kirkjurnar á havsins botni Yrkingar
1995 Jens Pauli Heinesen Bláfelli Skaldsøga
1996 Tóroddur Poulsen Reglur Prosa
1998 Carl Jóhan Jensen Tímar og rek Yrkingar
1999 Jóanes Nielsen Pentur Yrkingar
2001 Oddvør Johansen Í morgin er aftur ein dagur Skaldsøga
2002 Tóroddur Poulsen Blóðroyndir Yrkingar
2003 Hanus Kamban Pílagrímar Stuttsøgur
2004 Jóanes Nielsen Brúgvar av svongum orðum Yrkingar
2005 Tóroddur Poulsen Eygnamørk Yrkingar
2007 Carl Jóhan Jensen Ó – søgur um djevulsskap Skaldsøga
2008 Carl Jóhan Jensen September í bjørkum sum kanska eru bláar Yrkingar
2009 Tóroddur Poulsen Rot Yrkingar
2010 Gunnar Hoydal Í havsins hjarta Skaldsøga
2011 Tóroddur Poulsen Útsýni Yrkingar
2012 Hanus Kamban Gullgentan Stuttsøgur
2013 Jóanes Nielsen Brahmadellarnir Skaldsøga
2014 Tóroddur Poulsen Fjalir Yrkingar
2015 Sólrún Michelsen Hinumegin er mars Skaldsøga[2]
2016 Carl Jóhan Jensen Eg síggi teg betur - í myrkri Skaldsøga[3]
2017 Sissal Kampmann Sunnudagsland Yrkingar[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Norden.org, Nominerede 1962-2012
  2. "in.fo - Sólrún Michelsen í uppskoti til Norðurlendska virðisløn". http://www.in.fo/news-detail/news/solrun-michelsen-i-uppskoti-til-nordurlendska-virdisloen/?L=%2525252Fproc%2525252Fself%2525252Fenviron&cHash=d84b3717092ff1d1f0c506ee94128ecb. Heintað 2015-02-19. 
  3. norden.org - Carl Jóhan Jensen: Eg síggi teg betur í myrkri
  4. Kunoy, Annika (23. februar 2017). "Sissal Kampmann tilnevnd norðurlendsku bókmentavirðislønirna". in.fo. http://www.in.fo/news-detail/sissal-kampmann-tilnevnd-nordurlendsku-bokmentavirdisloenirna/. Heintað 23. februar 2017.