Carl Jóhan Jensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Carl Johan Jensen

Carl Jóhan Jensen (føddur 2. desember 1957) er ein føroyskur rithøvundur. Hann hevur tvær ferðir fingið Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, tað var í 1989 og 2006, og fýra ferðir hava bøkur hansara verið tilnevndar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, í 1991, 1998, 2007 og 2008, í 2007 var tað bókin Ó - Søgur um djelvulskap, sum var tilnevnd og í 2008 var tað yrkingasavnið September í bjørkum sum kanska eru bláar ið varð tilnevnt.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1977 - Yrkingar (yrkingasavn)
  • 1979 - Seinnapartur (skaldsøga)
  • 1982 - Skríggj (yrkingarsavn)
  • 1984 - Messa á kvøldi og fram undir morgun
  • 1990 - Hvørkiskyn (yrkingarsavn)
  • 1995 - Rúm - tekstur í 14 pørtum (skaldsøga)
  • 1997 - Tímar og rek (yrkingarsavn)
  • 2000 - Mentir og mentaskapur (ritsavn)
  • 2005 - Ó - Søgur um djevulskap (skaldsøga)
  • 2006 - September í bjørkum sum kanska eru bláar (yrkingasavn)

Skaldsøgan Ó - Søgur um djevulskap varð tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2006. Yrkingasavnið "September í bjørkum sum kanska eru bláar" varð innstillað til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2008.

Virðislønir og starvslønir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Aktuelt.fo, Rithøvundur og dansilærari fáa starvsløn í eitt ár

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]