Wikipedia:Mánaðargrein 2013

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Mánaðargreinir nýttar í 2013.

Mánaðargreinir 2013[rætta wikitekst]


Mánaðargrein fyri januar


Pál Joensen

Pál Joensen er føroyskur svimjari, ættaður úr Vági. Hann er annar føroyingurin ið hevur luttikið á Olympisku Leikunum, hann luttók á Summar-OL 2012 í London. Hann er fyrsti føroyingur, sum hevur kappast innan svimjing til OL og annar føroyingur ið hevur luttikið á OL yvirhøvur. Tann fyrsta var rógvarin Katrin Olsen. Pál Joensen flutti til Danmarkar at búgva eftir OL í august 2012. Hann venur nú saman við donskum landsliðssvimjarum í National Training Centre. Til lokalar kappingar svimur hann fyri Aalborg Svømmeklub. Áðrenn hann flutti, vandi hann við Susvim í Vágs Svimjihøll, har hylurin bert er 25 metrar langur. Jón Bjarnason var venjari hjá Páli, meðan hann búði í Vági. Teir báðir vóru nakrar ferðir árliga uttanlanda á venjingarlegu í samband við kappingar, sum Pál skuldi til, hetta fyri at Pál kundi venja í 50-metra hyli. Bestu úrslitini hjá Páli higartil til EM og HM er eitt silvur heiðursmerki frá EM 2010 og eitt bronsuheiðursmerki frá HM 2012 á stuttgeil, sum hann vann 16. desember 2012 í Istanbul. Í 2011 gjørdist hann nummar 4 og 5 til HM á langgeil, nummar 4 á 1500 m frí og nummar 5 í 4 m frí.

Les meir um Pál JoensenSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri februar


Fólkaflytingatíðin

Fólkaflytingatíðin er tíðarskeiðið millum 300 e.Kr. og 900 e.Kr. Stórar fólkaflytingar vóru í Evropa hesa tíðina, tískil navnið. Helst eru fólkaflytingarnar byrjaðar av, at ættbólkurin húnir gjørdu innrás í germansk landaøki. Húnir trokaðu germanar undan sær og germanar trokaðu keltar undan sær. Fólkatalsbroytingar og veðurlagsbroytingar hava møguliga eisini havt ávirkan á gongdina. Fólkaflytingin, innrásin av húnum og ófriðurin sum í fólkaflytingatíðini hava sett týðilig spor í germanskan skaldskap. Føroysku Sjúrða kvæðini, íslendsku søgurnar Vølsunga søga og Tíðriks søga, týska Nibelungenlied og angulsaksiska Bjovulfs drapa (á nútíðarenskum: Beowulf) greiða øll frá hendingum, sum fóru fram í fólkaflytingatíðini og frá innrásini hjá húnum. Karlamagnus livdi eisini í fólkaflytingatíðini, sum føroyskt kvæði eisini eru um. Karlamagnus førdi harðligt kríggj m.a. ímóti heidnum germanskum ættbólkum, sum hann vildi kristna.

Les meir um fólkaflytingatíðinaSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri mars


Javnaðarflokkurin

Javnaðarflokkurin varð stovnaður 25. september 1925. Flokkurin er ein óheftur sosialdemokratiskur flokkur á Løgtingi. Javnaðarflokkurin stovnaði blaðið Føroya Social Demokrat, sum kom út fyrstu ferð 24. mai 1927. Seinni bleiv hetta til tíðindablaðið Sosialurin, har millum blaðstjórarnar kunnu nevnast Vilhelm Johannesen og Jan Muller. Javnaðarflokkurin átti inntil 2006 tíðindablaðið Sosialin. Flokkurin broytti í 2010 navn frá Føroya Javnaðarflokkur til Javnaðarflokkurin. Í høvuðsheitum vóru tað teir somu, sum frammanundan høvdu lagt lunnar undir Socialistisk Ungdomsforbund (SUF) og Thorshavn Arbejderforening, ið tóku stig til at stovna flokkin. Tað er eisini mangt, sum bendir á, at gott samband var við Danska Javnaðarflokkin, meðan fyrireikingarnar til floksstovnanina fóru fram. SU, Sosislistiskt Ungmannafelag, varð stovnað í 1965. Tað er politiskt ungmannafelag við tilknýti til Javnaðarflokkin. SU er umboðað í leiðslu floksins á líkaføti við øll valfeløgini hjá flokkinum. SU stuðlar Javnaðarflokkin í flestu viðurskiftum, men hevur eisini havt serstøðu um serstøk politisk mál. SU er limur í FNSU, Sosialistisku Ungmannafeløgini Í Norðurlondum, og IUSY, Alheims Felagsskapurin Hjá Ungsosialistum.

Les meir um JavnaðarflokkinSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri apríl


New York City

New York City er ein býur í lutstatinum New York í USA. Býurin hevur umleið 8 mió. íbúgvar og er ein av heimsins størstu býum. New York City er kendur sum "býurin, ið aldri svevur". Hann er eisini kendur fyri nógvu søvnini, sjónleikarhúsini, matstovurnar og viðarlundirnar. New York varð grundaður í 1624, og verður útjaðarin roknaður uppí, búgva 19 mió. fólk har. Mong máttmikil fleirtjóðafeløg hava høvuðssæti í New York City. Sameindu Tjóðir, ST, hava eisini høvuðssæti har. ST Í New York verður vanliga roknað sum ein av háborgunum hjá demokratunum, bæði til forseta- og kongressval. Núverandi borgarstjórin er republikanari. New York City hevur fimm býarpartar, sum eru Bronx, Manhattan, Queens, Brooklyn og Staten Island. Bronx og Manhattan eru sunnari parturin av eini langari oyggj, norðari parturin verður kallaður Long Island, og er ikki partur av New York City. Eyðkent fyri miðbýin, Manhattan, eru skýskravararnir, sum mangir eru hægri enn 300 m. New York varð fyrst bygdur av hálendingum í 1626 á eini oyggj í Hudsonánni, teir nevndu hann New Amsterdam. Summi halda, at formaðurin hjá hálendingum, Jónas Bronck (1600–1643), var føroyingur, ættaður úr Tórshavn. Í árinum 1665 tóku onglendingar býin, og fekk hann tá navnið, hann nú hevur. New York er nú ein týdningarmikil altjóða býur. Býurin hevur eina ta størstu havnina í heiminum, og hagar stevna farmaskip úr øllum londum. Helvtin av útflutningi úr USA verður framdur í New York. Í Wall Street, sum eitur soleiðis, tí at gøtan er við gamla býarmúrin (City Wall), er virðisbrævamarknaðurin. Her verður keypt og selt fyri nógvar milliardir dollarar hvønn dag, og stóru telduskíggjarnir siga frá handli og fígging um allan heim.

Les meir um New York CitySavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri mai


Grikkaland

Grikkaland er allur suðurparturin av Balkanhálvoynni og eitt ótal av oyggjum í Jonarhavinum og Egearhavinum. Høvuðsstaðurin er Athen, sum eisini er størsti býur. Í ein útnyrðing hevur Grikkaland mark við Albania, í norðri við Bulgaria, í landnyrðing við Lýðveldið Makedónia og í eystri við Turkaland. Landið hevur umleið 10 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er grikskt. Ríkisátrúnaðurin í Grikkalandi er griksk-ortodoksur, og Grikkaland er einasta land, ið hevur eina almenna kristna ortodoksa kirkju. Næstan allir grikkar eru limir í ríkiskirkjuni. Grikkaland er fjallaland, har eru fleiri enn 2.000 spjaddar oyggjar, og lítið er til av ráðevnum; helst nakrar av atvoldunum til, at Grikkaland er fátakasta landið í ES. Í 2010-2013 hevur ein sera álvarsom fíggjarkreppa herjað í Grikkalandi, og tað hevur ført til stórt arbeiðsloysi, fólkafráflyting og fátækradømi. Í 8. øld tóku grikkar land helst fram við Miðjarhavinum og Svartahavinum. Niðursetumenninir bóru griksku heimamentanina við sær og stýrdu sínum býarríkjum eftir somu lógum sum í Grikkalandi. Í nýggjari tíð stóðu grikkar undir turkum í 400 ár, til landið, við hjálp uttaneftir, vann sær frælsi í 1832. Frælsiskríggið byrjaði í 1821, landið skuldi viðurkennast í 1830 við London-avtaluni, men orsakað av juli-kollveltingini í Fraklandi, varð skjalið frá 1830 ikki fullført. Altjóða viðurkenningin av Grikkalandi sum fræls tjóð kom í 1832. Ikki fyrr enn í 1947 fingu grikkar syðru Sporaduoyggjar aftur, tær høvdu verið undir Osmanniska Ríkinum í fleiri hundrað ár, til 1912, síðan vóru tær frælsar í heilt stutta tíð, og so komu tær undir italskt yvirvald. Syðru Sporaduoyggjar við eitt nú Rodos, Kos og Samos, vóru undir italskum yvirvaldið líka til 1947, tá oyggjarnar komu at hoyra til Grikkaland, hetta hendi tá ið ein friðaravtalað varð undirskrivað í París hin 10. februar 1947 millum Italia og tey londini ið vunnu Seinna heimsbardaga.

Les meir um GrikkalandiSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri juni


Eurovision Song Contest 2013

Eurovision Song Contest 2013 var tann 58. árliga evropeiska sangkappingin, sum á enskum nevnist Eurovision Song Contest, í Føroyum eisini kent sum Melodi Grand Prix. Kappingin varð hildin í Malmö, Svøríki, eftir at Loreen vann 2012 kappingina við sanginum "Euphoria". Hetta var fimtu ferð, at Svøríki var vertur fyri sangkappingini, seinastu ferð áðrenn hesa var í ár 2000. Sveriges Television (SVT) valdi at hava kappingina á Malmö Arena, eftir at hava umhugsað fleiri ymisk støð í Svøríki. Vertinna var Petra Mede. 39 lond luttóku í sangkappingini, harímillum var Armenia, sum ikki hevði luttikið síðan 2011. Fýra lond boðaðu frá, at tey ikki ynsktu at luttaka í 2013, hesi vóru: Bosnia og Hersegovina, Portugal, Slovakia og Turkaland. Danmark vann 2013 Eurovision sangkappingina við sanginum "Only Teardrops" sum Emmelie de Forest sang og sum endaði á fyrstaplássi við 281 stigum, frammanfyri Aserbadsjan við einum muni á 47 stig.

Les meir um Eurovision Song Contest 2013Savn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri juli


Sameindu Tjóðir

Sameindu Tjóðir (stytt ST) er týdningarmesti altjóða felagskapurin í heimskipanini. Alheimsfelagsskapurin Sameindu Tjóða er ein felagsskapur, ið arbeiðir fyri at beina burtur mismun millum tjóðir, millum fólkasløg, millum borgarar og millum ymsar samfelagsbólkar. Felagsskapurin virkar fyri javnbjóðis rættindum fyri øll. Stovnurin Sameindu Tjóðir varð stovnaður fyri at forða fyri fleiri kríggjum sum Fyrra- og Seinna heimsbardaga. Sameindu Tjóðir vórðu settar á stovn í 1945, beint eftir Seinna heimsbardaga. Næstan øll fullveldislond eru í ST, har tey samstarva og samráðast um øll heimsins viðurskifti. Í 2013 eru 193 lond limir í ST. Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í Sameindu Tjóðum, men eru partur av danska limaskapinum. ST hevur fýra aðalmál: at verja friðin og trygdina í heiminum, eggja londunum til rættvísi, at stuðla og menna samstarvið landanna millum og at virka sum stovnur, har londini í heiminum kunnu samstarva til tess at røkka hesum málum. Øll limalond taka undir við grundsjónarmiðunum um, at allar ósemjur teirra millum skulu verða loystar friðarliga, og at tey skulu ikki fara við hørðum ímóti øðrum londum uttan í sjálvverju.

Les meir um STSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri august


Avstralia

Samveldið Avstralia, sum er ímillum Indiahav og Kyrrahav, er størsta oyggj í heiminum, men minsti heimspartur. Meginparturin av temum 22,2 mió. íbúgvunum býr í teimum fruktagóðu økjunum fram við suður- og landsynningsstrondini. Har eru eisini teir báðir størstu býirnir í Avstralia, Melbourne og Sydney, eisini samveldishøvuðsstaðurin Canberra. Avstralia liggur í ein landsynning úr Ásia. Eystanfyri er Kyrrahav, vestanfyri Indiahav. Norðan Torressund, bara 75 fjórðingar úr Avstralia, er Ný Guinea. Fyri góðum 200 árum síðan búði bara upprunafólk, aboriginar, í Avstralia. Í 1770 sigldi bretski rannsóknarfarin James Cook inn í Botanyflógva og lýsti nýfunna landið sum breskt land. Í 1901 fekk Avstralia sjálvstýri og gjørdist sjálvstýrandi partur í bretska heimsveldinum, tá ið tey seks hjálondini vórðu savnað undir eina samveldisstjórn. Avstralia er sera fjølmentað samfelag. Mangir tilflytarar komu higar; teir fyrstu úr Stórabretlandi og øðrum londum í Evropa, men seinni eisini úr Ásia. Um 85 % av øllum fólkinum í Avstralia býr í býum ella tætt við býirnar við strondina. Í Avstralia eru seks lond, hvørt við sínari stjórn. Hesi lond eita Tasmania, New South Wales, South Australia, Western Australia, Viktoria og Queensland.

Les meir um AvstraliaSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri september


Wikipedia:Mánaðargreinin/september 2013
vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri oktober


Wikipedia:Mánaðargreinin/oktober 2013
vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri november


Wikipedia:Mánaðargreinin/november 2013
vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri desember


Ruhollah Khomeini

Seyyed Ruhollah Musavi Khomeini, kendur sum Ayatollah Khomeini, var ein iranskur shia-muslimskur prestur og tann politiski og andaligi leiðarin av tí iransku kollveltingini som koyrdi tann síðsta shahin, Mohammad Reza Pahlavi frá. Sum eftirkomari av profetinum Muhammed hevði hann rætt til at brúka heitið Sayyid framman fyri navnið hjá sær; eisini er svarta turbanin tekin um tað sama. Khomeini fekk tittulin Ayatollah i 1950'unum. Khomeini stýrdi Iran sum andaligur leiðari frá falli Shahsins til sín deyðadag í 1989. Khomeini var ein av teim monnunum ið hevði størst ávirkan á heimin í 20'du øld. Hann blev kosin til Ársins Mann av Time Magazine í 1979. Av nógvum varð hann mettur sum ein høvuðsfíggindi av Vesturheiminum, serliga USA. Eftirmaður Khomeini's er Ali Khamenei. Khomeini fylgdi islamisku reglunum um reinleika ið metir ikki-muslimar sum "óreinar" eins og skarn, land, blóð, vín o.s.fr., ið kravdi rituelt vask eftir fysiska kontakt við viðkomandi. Hann var ein íðin rithøvundur, ið skrivaði viðmerkingar til Koranina, islamiska løgvísi, upprunan til islamiska lóg, og islamiska siðvenju. Hann skrivaði eisini bøkur um heimsspeki, gnostisismu, yrkingar, bókmentir, stjórnmálafrøði og politikk.

Les meir um Ruhollah KhomeiniSavn


vís - kjak - søga - rætta