Ruhollah Khomeini
Stórayatollah Ruhollah Khomeini روحالله خمینی | |
---|---|
[[Mynd:|250 px|center]] 1. Hægstileiðari (Supreme Leader) av Iran
| |
Føddur | 22. september 1902 Khomeyn Persia |
Doyði | 3. juni 1989 Teheran Iran |
Útbúgving | Islamiskur Prestur |
Yrki | Imamur/Lærari/Heimspekingur/Yrkjari/Politikkari |
Trúgv | Shia-Muslimur (Usuli-12'ari) |
Hjúnafelagi | Khadijeh Saqafi (g. 1929–1989) |
Foreldur | Mostafa Hindi (faðir) og Hajieh Agha Khanum (móðir) |
Børn | Mostafa Zahra Sadiqeh Farideh Ahmad |
Seyyed Ruhollah Musavi Khomeini (Persiskt: روح الله موسوی خمینی Rūḥollāh Mūsavī Khomeynī) (*24. september 1902 í Khomein Iran - † 3. juni 1989), kendur sum "ayatollah Khomeini", var ein iranskur shia-muslimskur prestur og tann politiski og andaligi leiðarin av tí iransku kollveltingini, sum koyrdi tann síðsta shahin, Mohammad Reza Pahlavi, frá. Sum eftirkomari av profetinum Muhammed hevði hann rætt til at brúka heitið Sayyid framman fyri navn sítt; eisini er svarta turbanin tekin um tað sama. Khomeini fekk tittulin ayatollah i 1950'unum.
Khomeini stýrdi Iran sum andaligur leiðari frá falli shahsins til sín deyðadag í 1989. Khomeini var ein av teim monnunum, ið hevði størst ávirkan á heimin í 20. øld. Han blev kosin til Ársins Mann av Time Magazine í 1979. Av nógvum varð hann mettur sum ein høvuðsfíggindi av Vesturheiminum, serliga USA.
Eftirmaður Khomeinis er Ali Khamenei.
Tann stolna kollveltingin
[rætta | rætta wikitekst]Iranska fólkið var sameint í stríðnum at fáa shahin (og hansara nógv hataðu loyniløgreglu) frá valdinum, og sjálvt sekulerir kommunistar stuðlaðu Khomeini, tí teir mettu hann vera einasta andstøðing, ið kundi fáa shahin frá valdinum, sum hann eisini gjørdi. Men eftir at shahurin var farin frá, 'stjól Khomeini kollveltingina' (sum iranar siga) og útskifti kongsveldið við eitt átrúnaðarligt veldi (theokrati), ið forfylgdi hesum somu fólkum, ið høvdu stuðlað honum at koma til valdið.
Fatwan móti Rushdie
[rætta | rætta wikitekst]Í 1989 sendi Khomeini út eina fatwu, ið ákallaði avrætting av Salman Rushdie, ein indisktbornan bretskan rithøvund. Khomeini pástóð, at tað var ein átrúnaralig skylda hjá muslimum at avrætta Rushdie, tí hann hevði spottað profetin Muhammed í bókini The Satanic Verses í 1988. Hóast Rusdie seinni bað alment um umbering, so vildi Khomeini ikki taka fatwuna aftur, og stendur hon við til denna dag. Rushdie bleiv ikki myrdur, men tað bleiv japanski umsetarin av bókini, Hitoshi Igarashi, meðan tveir aðrir umsetarar yvirlivdu morðroyndir, ið vórðu framdar ímóti teimum.
Religiøsir minnilutar
[rætta | rætta wikitekst]Støðan hjá religiøsum minnilutum í Iran hevur verið blandað undir Khomeini. Ikki-muslimskir minnilutar hava ikki havt somu rættindi sum muslimar. Konvertering (umvending) til islam verður stuðlað, meðan tað øvugta gevur deyðarevsing. Talið av ikki-muslimum er fallið nógv, síðan Khomeini kom til valdið, t.d. er talið av jødum fallið frá 80.000 til bara 30.000 eftir 20 árum. Hinvegin eru fýra av teim 270 sætunum í parlamentinum tryggjað átrúnaðarligum minnilutum eftir boðum Khomeinis. Khomeini mælti eisini til semju ímillum shia- og sunnimuslimar. Khomeini skilti ímillum zionismu sum 'sekuleran politikk við jødiskum symbolum' og jødadóm sum ‘trúnna hjá Mósesi’.
Útsjónd og vanar
[rætta | rætta wikitekst]Khomeini var kendur fyri sína karismatisku útsjónd, sítt lítillætni og stundvísi (punktualitet). Hóast hann var ein av valdsmiklastu monnunum í síni samtíð, so livdi Khomeini eitt sera spartanskt lív. Fólk høvdu bæði ærufrykt og ræðslu fyri honum samstundis, bæði tá ið hann ferðaðist ímillum viðhaldsfólk, uttan at smílast til nakran, og tá ið hann frálærdi uttan at hyggja nakran í eyguni, nakrantíð; nakað ið økti um karismu hansara. Khomeini fylgdi islamisku reglunum um ‘reinleika’, ið metir ikki-muslimar sum ‘óreinar’ (skitnar) eins og skarn, land, blóð, vín o.s.fr., ið kravdi rituelt vask eftir fysiska kontakt við viðkomandi. Sagt verður, at hann vildi ikki drekka á matstovu, uttan hann hevði fingið fullvissu um, at tænarin var muslimur.
Familja og eftirkomarar
[rætta | rætta wikitekst]Komeini giftist í 1929 við Khadijeh Saqafi Khomeini, hon doyði í 2009. Tey fingu sjey børn, tvey doyðu sum børn, hini fimm ið vuksu til, vóru tríggjar døtur og tveir synir. Báðir synirnir blivu prestar. Eldri sonurin Mustafa Khomeini, ið livdi í útlegd saman við faðirinum í Najaf í Irak, varð myrdur í 1977, hildið verður at iranska loyniløgreglan SAVAK beindi fyri honum. Yngri sonurin, Ahmad Khomeini, doyði av hjartaslag í 1995, 49 ára gamal. Hetta hendi ein mánað eftir, at hann hevði funnist at stýrinum hjá Ali Khaminei, og hildið verður, at hann bleiv eitraður við cyanidi eftir boðum frá høgtstandandi embætismonnum. Best kenda dóttir Khomeini er Zahra Mostafavi, ið er professari við Universitetið í Tehran. Hon luttekur eisini í politikki og er eins konservativ og faðirin; hon tekur undir við, at kvinnur skulu noyðast at ganga í turriklæði, og hon metir USA sum ein fígginda, ið Iran ikki skal samráðast við.
Khomeini hevur 15 abbabørn, harav hesi eru best kend:
- Zahra Eshraghi, abbadóttir, gift við Mohammad Reza Khatami leiðara av størsta nýskipanarsinnaða andstøðuflokkinum í Iran. Hon er kend fyri at vera feminist og vil hava at kvinnur skulu sjálvar ráða fyri um tær ganga í turruklæði ella ikki.
- Hassan Khomeini, abbasonur, sonur Ahmad Khomeini er prestur og leiðari av Khomeini Mausoleum, hann stuðlar eisini nýskipanarrørsluna og var ein av teimum ið kravdi at úrslitið av 2009-valinum skuldi vera ógyldað.
- Husain Khomeini, abbsonur, sonur Mustafa Khomeini, er eisini prestur og stórur mótstøðumaður av prestastýrinum. Í 2003 bleiv hann endurgivin fyri at siga: “Iranar tørva frælsi nú, og um teir bert kunnu fáa hetta við amerikanskari hjálp, haldi eg tey vildu tikið undir við tí. Sum Irani vildi eg tikið væl ímóti hesum (amerikanskari hjálp)”. Sama ár vitjaði hann USA og hitti m.a. Reza Pahlavi II son síðsta shahin. Í 2006 heitti hann á USA um at gera innrás í Iran, og koyra prestastýrið frá valdinum.
- Ali Eshraghi, abbasonur, er verkfrøðingur og stillaði upp til parlamentsvalið í 2008, men varð diskvalifiseraður tí hann ikki sýndi trúskap mótvegis ‘islamisku samfelagsskipanini’ í Iran. Seinni fekk hann loyvi til at stilla uppaftur, men eftir eitt alment ærumeiðandi tiltak ímóti familju hansara á internetinum, tók hann seg sjálvboðin aftur frá valinum.
Verk
[rætta | rætta wikitekst]Khomeini var ein íðin rithøvundur (200 av hansara bókaútgávum eru atkomuligar á internetinum), ið skrivaði viðmerkingar til Koranina, islamiska løgvísi, upprunan til islamiska lóg og islamiska siðvenju (tradisjón). Hann skrivaði eisini bøkur um filosofi (heimsspeki), gnosticismu, yrkingar, bókmentir, statsvísindi og politikk.
Leinki úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Documentary: The man who changed the world
- Documentary: I knew Khomeini
- www.Imam-khomeini.com - Heimasíða Archived 2010-08-06 at the Wayback Machine