Jump to content

Wikipedia:Mánaðargreinin/januar 2013

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Pál Joensen
Pál Joensen

Pál Joensen er føroyskur svimjari, ættaður úr Vági. Hann er annar føroyingurin ið hevur luttikið á Olympisku Leikunum, hann luttók á Summar-OL 2012 í London. Hann er fyrsti føroyingur, sum hevur kappast innan svimjing til OL og annar føroyingur ið hevur luttikið á OL yvirhøvur. Tann fyrsta var rógvarin Katrin Olsen. Pál Joensen flutti til Danmarkar at búgva eftir OL í august 2012. Hann venur nú saman við donskum landsliðssvimjarum í National Training Centre. Til lokalar kappingar svimur hann fyri Aalborg Svømmeklub. Áðrenn hann flutti, vandi hann við Susvim í Vágs Svimjihøll, har hylurin bert er 25 metrar langur. Jón Bjarnason var venjari hjá Páli, meðan hann búði í Vági. Teir báðir vóru nakrar ferðir árliga uttanlanda á venjingarlegu í samband við kappingar, sum Pál skuldi til, hetta fyri at Pál kundi venja í 50-metra hyli. Bestu úrslitini hjá Páli higartil til EM og HM er eitt silvur heiðursmerki frá EM 2010 og eitt bronsuheiðursmerki frá HM 2012 á stuttgeil, sum hann vann 16. desember 2012 í Istanbul. Í 2011 gjørdist hann nummar 4 og 5 til HM á langgeil, nummar 4 á 1500 m frí og nummar 5 í 4 m frí.