Jump to content

Brooklyn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Brooklyn
Brooklyn districts
Suðurparturin av Brooklyn úr erva. Hálvoyggin Coney Island myndar sunnasta partin.

Brooklyn er ein býarpartur (borough) í New York City. Hann er 251 ferkilometrar til víddar og her búgva fleiri enn 2,7 mió fólk.[1] Brooklyn er fjølbygdasti býarparturin í New York City.

Brooklyn liggur sunnan fyri Manhattan, eystan fyri Staten Island og vestan fyri Queens. Hálvoyggin Coney Island myndar sunnasta partin av Brooklyn.

Býarpartarnir Brooklyn og Queens (Kings County og Queens County) eru vestari parturin av eini langari oyggj, sum verður kallað Long Island. Miðparturin og eystari partur av oynni (Nassau County og Suffolk County) eru ikki partur av New York City.

Býarparturin Brooklyn varð grundlagdur í 1634. Hann er navngivin eftir niðurlendska býnum Breukelen.

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 40°41′34″N 73°59′25″W / 40.69278°N 73.99028°W / 40.69278; -73.99028

Keldutilfar

[rætta | rætta wikitekst]
  1. 2020 Census Demographic Data Map Viewer, US Census Bureau. 12. august 2021.
Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana