Jump to content

Wikipedia:Mánaðargreinin/apríl 2013

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
New York City
New York City

New York City er ein býur í lutstatinum New York í USA. Býurin hevur umleið 8 mió. íbúgvar og er ein av heimsins størstu býum. New York City er kendur sum "býurin, ið aldri svevur". Hann er eisini kendur fyri nógvu søvnini, sjónleikarhúsini, matstovurnar og viðarlundirnar. New York varð grundaður í 1624, og verður útjaðarin roknaður uppí, búgva 19 mió. fólk har. Mong máttmikil fleirtjóðafeløg hava høvuðssæti í New York City. Sameindu Tjóðir, ST, hava eisini høvuðssæti har. ST Í New York verður vanliga roknað sum ein av háborgunum hjá demokratunum, bæði til forseta- og kongressval. Núverandi borgarstjórin er republikanari. New York City hevur fimm býarpartar, sum eru Bronx, Manhattan, Queens, Brooklyn og Staten Island. Bronx og Manhattan eru sunnari parturin av eini langari oyggj, norðari parturin verður kallaður Long Island, og er ikki partur av New York City. Eyðkent fyri miðbýin, Manhattan, eru skýskravararnir, sum mangir eru hægri enn 300 m. New York varð fyrst bygdur av hálendingum í 1626 á eini oyggj í Hudsonánni, teir nevndu hann New Amsterdam. Summi halda, at formaðurin hjá hálendingum, Jónas Bronck (1600–1643), var føroyingur, ættaður úr Tórshavn. Í árinum 1665 tóku onglendingar býin, og fekk hann tá navnið, hann nú hevur. New York er nú ein týdningarmikil altjóða býur. Býurin hevur eina ta størstu havnina í heiminum, og hagar stevna farmaskip úr øllum londum. Helvtin av útflutningi úr USA verður framdur í New York. Í Wall Street, sum eitur soleiðis, tí at gøtan er við gamla býarmúrin (City Wall), er virðisbrævamarknaðurin. Her verður keypt og selt fyri nógvar milliardir dollarar hvønn dag, og stóru telduskíggjarnir siga frá handli og fígging um allan heim.