Stjórnin hjá Edmundi Joensen I
Appearance
Fyrra stjórnin hjá Edmundi Joensen var Føroya Landsstýri frá 10. september 1994 til 11. juni 1996, undir leiðslu av Edmundi Joensen úr Sambandsflokkinum. Hinir flokkarnir, ið myndaðu samgonguna, vóru Javnaðarflokkurin, Verkamannafylkingin og Sjálvstýrisflokkurin. Henda samgongan sat í einari truplari tíð í Føroyum, har búskapurin í Føroyum var hóttur, og har arbeiðast mátti víðari við bjargingarætlanini, ið Stjórnin hjá Maritu Petersen byrjaði. Sambandsflokkurin fekk eitt sera gott val til Løgtingsvalið 1994, og gav hetta flokkinum eina góða støðu til at stjórna landinum saman við øðrum flokkum.
Landsstýrisfólk | Flokkur | Frá | Til | |
---|---|---|---|---|
Løgmaður | Edmund Joensen | SB | 10. september 1994 | 11. juni 1996 |
Varaløgmaður | Jóannes Eidesgaard | JF | 10. september 1994 | 11. juni 1996 |
Aðalráð | Landsstýrisfólk | Flokkur | Frá | Til |
Fiskimálaráðið | Ivan Johannesen | SB | 10. september 1994 | 11. juni 1996 |
Umhvørvis-, orku-, skúla- og kommunulmálaráðið | Eilif Samuelsen | SB | 10. september 1994 | 11. juni 1996 |
Fíggjarmálaráðið | Jóannes Eidesgaard | JF | 10. september 1994 | 11. juni 1996 |
Almanna- og heilsumálaráðið | Andrias Petersen | JF | 11. juni 1996 | 15. mai 1998 |
Ídnaðar-, handils- vinnu, arbeiðara-, landbúnaðar-, tryggingar-, dóms- og politimálaráðið | Axel H. Nolsøe | VMF | desember 1995 | 11. juni 1996 |
Óli Jacobsen | VMF | 10. september 1994 | desember 1995 | |
Samskiftis-, menta-, ferðavinnu- og sjóvinnumálaráðið | Sámal Petur í Grund | SF | 10. september 1994 | 11. juni 1996 |