Jump to content

Kommunumálaráðharrar í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Kommunumálaráðharrin (ella landsstýrismaðurin í kommunumálum) var ein ráðharrasessur í Føroya landsstýri frá 1959 til 1998, men landsstýrismaðurin hevði ikki sítt egna aðalráð. Anfinn Kallsberg, sum var løgmaður tá, hevði ábyrgdina fyri kommunumálum frá 1998 til 2002. Frá 2004 til oktober 2013 hoyrdu kommunumál undir innlendismálaráðharranum. Eftir at Innlendismálaráðið varð niðurlagt í oktober 2013, hava kommunumál hoyrt undir Almannamálaráðið.

Tíðarskeið Navn Flokkur Aðalráð
1959–1967 Niels Winther Poulsen Sjálvstýrisflokkurin Kommunu-, menta- og skúlamálaráðið[1]
1967–1972 Sámal Petersen Sjálvstýrisflokkurin Kommunu-, menta- og skúlamálaráðið
1972–1975 Asbjørn Joensen Sjálvstýrisflokkurin Kommunu-, menta- og skúlamálaráðið
1975–1979 Petur Reinert Tjóðveldisflokkurin Fiski- og kommumálaráðið
1979–1981 Heðin M. Klein Tjóðveldisflokkurin Fiski- og kommumálaráðið
1981–1985 Tórbjørn Poulsen Sjálvstýrisflokkurin Fíggjar-, kommunu- og mentamálaráðið
1985–1988 Niels Pauli Danielsen Kristiligi Fólkaflokkurin Almanna- og kommumálaráðið
1988–1989 Karolina Petersen Framsóknarflokkurin Almanna- og kommumálaráðið
1989 Anfinn Kallsberg Fólkaflokkurin Fiski- og kommumálaráðið
1989–1991 Ivan Johannesen Sambandsflokkurin Fíggjar-, alivinnu- og kommumálaráðið
1991–1993 Jógvan Sundstein Fólkaflokkurin Fíggjar- og kommumálaráðið
1993–1994 Signar á Brúnni Tjóðveldisflokkurin Umhvørvis-, orku- og kommumálaráðið
1994–1998 Eilif Samuelsen Sambandsflokkurin Umhvørvis-, orku-, skúla- og kommumálaráðið
  1. ↑ Frá 1959 til 1963 var hetta ráðið nevnt Kommunu-, skúla- og landbúnaðarmálaráðið