Framsóknarflokkurin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Framsóknarflokkurin var ein politiskur flokkur í Føroyum.

Flokkurin varð stovnaður tá persónar við Adolf Hansen á odda - í høvuðsheitum frá hansara fyrrverandi flokki Fiskivinnuflokkinum - fóru úr Kristiliga Fólkaflokkinum í 1986. Framsóknarflokkurin stillaði fyri fyrstu og síðstu ferð upp til løgtingsval á løgtingsvalinum 1988, og fekk flokkurin ongi løgtingsumboð. Kortini varð Karolina Petersen frá Framsóknarflokkinum landsstýriskvinna í almanna- og kommunumálum í landsstýrinum hjá Atla Dam frá 1988 til 1989.