Niels Pauli Danielsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Niels Pauli Danielsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 6. des 1938 í/á Tvøroyri
Alma mater Københavns Universitet
Starv politikari, prestur
Politiskur flokkur Kristiligi Fólkaflokkurin, Tjóðveldi
Dátuheiti

Niels Pauli Danielsen (f. 6. desember 1938 á Tvøroyri) er fyrrverandi prestur og politikari fyri Kristiligi Fólkaflokkin.

Hann fekk gudfrøðiligt embætisprógv (cand.theol.) frá Keypmannahavnar universiteti í 1968, og starvaðist hann sum sóknarprestur á Viðareiði 1968-73, á Strondum og Skála 1973-80, og í Klaksvík 1980-2009. Hann hevði farloyvi frá prestastarvinum 1985-88.

Niels Pauli Danielsen var landsstýrismaður í almanna- og kommunumálum í 1985-1988, og løgtingslimur 1988-1994, umboðandi Kristiligi Fólkaflokkin. Hann var bygdarráðslimur í Viðareiðis kommunu 1970-74 (harav bygdaráðsformaður 1971-74) og í Sjóvar kommunu 1977-80.  

Keldur[rætta | rætta wikitekst]