Jump to content

Stjórnin hjá Anfinni Kallsberg II

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Seinna stjórnin hjá Anfinni Kallsbergs var Føroya landsstýri frá 6. juni 2002 til 3. februar 2004, við Anfinni Kallsberg úr Fólkaflokkinum sum løgmanni. Henda stjórnin var ein samgonga millum Fólkaflokkin (FF), Tjóðveldisflokkin (TF), Sjálvstýrisflokkin (SF) og Miðflokkin (MF). Høgni Hoydal var sjálvstýris- og løgmálaráðharri, harumframt var hann eisini varaløgmaður. Hann stýrdi mentamálaráðnum frá mars til september 2003 sum varaløgmaður. Løgtingsval bleiv í úrtíð. Eftir løgtingsvalið 2004 varð stjórnin avloyst av Fyrru stjórnini hjá Jóannes Eidesgaard.

Landsstýrisfólk Flokkur Frá Til
Løgmaður Anfinn Kallsberg FF 6. juni 2002 3. februar 2004
Varaløgmaður Høgni Hoydal TF 6. juni 2002 5. desember 2003
Aðalráð Landsstýrisfólk Flokkur Frá Til
Sjálvstýris- og løgmálaráðharri Høgni Hoydal TF 6. juni 2002 5. desember 2003
Fiskimálaráðið Jacob Vestergaard FF 17. februar 2003 3. februar 2004
Jørgen Niclasen FF 6. juni 2002 4. januar 2003
Mentamálaráðið Annita á Fríðriksmørk TF 17. september 2003 5. desember 2003
Høgni Hoydal TF 6. mars 2003 17. september 2003
Annlis Bjarkhamar TF 6. juni 2002 4. mars 2003
Fíggjarmálaráðið Karsten Hansen MF 6. juni 2002 5. desember 2003
Vinnumálaráðið Bjarni Djurholm FF 6. juni 2002 3. februar 2004
Olju- og umhvørvismálaráðið Eyðun Elttør SF 6. juni 2002 3. februar 2004
Familju- og heilsumálaráðið Bill Justinussen MF 6. juni 2002 3. februar 2004
Almannamálaráðið Páll á Reynatúgvu TF 6. juni 2002 5. desember 2003