Løgmálaráðharrar í Føroyum
Appearance
Løgmálaráðharrin (ella landsstýrismaðurin í løgmálum) hevur verið ein ráðharrasessur í Føroya landsstýri fleiri ferðir síðan 1959. Frá 1994 til 1998 var ábyrgdarøkið býtt soleiðis, at rættar- og politimál vóru hjá einum landsstýrismanni, meðan lógarmál hoyrdu undir løgmanni. Sjálvstýris- og løgmálaráðið frá 1998 til 2004 má metast at vera eitt reint løgmálaráð tá hugsa verður um uppgávurnar, men hetta sást ikki aftur í navninum fyrr enn í september 2008. Síðan 26. september 2008 eru lógarmál løgd undir landsstýrismannin í innlendismálum.
| Tíðarskeið | Navn | Flokkur | Aðalráð |
|---|---|---|---|
| 1959–1963 | Hákun Djurhuus | Fólkaflokkurin | Skatta-, fiski- og løgmálaráðið |
| 1963–1967 | Erlendur Patursson | Tjóðveldisflokkurin | Fíggjar-, fiski- og løgmálaráðið |
| 1970–1975 | Eli Nolsøe | Sambandsflokkurin | Fiski-, handils- og løgmálaráðið |
| 1975–1979 | Jacob Lindenskov | Javnaðarflokkurin | Heilsu-, almanna-, ídnaðar- og løgmálaráðið[1] |
| 1979–1981 | Vilhelm Johannesen | Javnaðarflokkurin | Heilsu-, almanna-, ídnaðar- og løgmálaráðið |
| 1981–1985 | Páll Vang | Fólkaflokkurin | Landbúnaðar-, heilsu-, samferðslu- og løgmálaráðið |
| 1985–1988 | Vilhelm Johannesen | Javnaðarflokkurin | Ídnaðar- og løgmálaráðið |
| 1991–1993 | Marita Petersen | Javnaðarflokkurin | Menta-, skúla- og løgmálaráðið[2] |
| 1994–1995 | Óli Jacobsen | Verkamannafylkingin | Ídnaðar-, handils-, vinnu-, arbeiðs-, landbúnaðar-, trygdar-, rættar- og politimálaráðið[3] |
| 1995–1996 | Axel H. Nolsøe | Verkamannafylkingin | Almanna-, heilsu-, arbeiðs-, trygdar-, rættar- og politimálaráðið |
| 1996–1998 | Kristian Magnussen | Verkamannafylkingin | Almanna-, heilsu-, arbeiðs-, trygdar-, rættar- og politimálaráðið |
| 1998 | Óli Jacobsen | Verkamannafylkingin | Almanna-, heilsu-, arbeiðs-, trygdar-, rættar- og politimálaráðið |
| 1998–2004 | Høgni Hoydal | Tjóðveldisflokkurin | Sjálvstýris- og løgmálaráðið |
| 2008 | Helena Dam á Neystabø | Javnaðarflokkurin | Løgmálaráðið |