Jump to content

Norðurkorea

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá North Korea)
Chosŏn Minjujuŭi Inmin Konghwaguk
Fólkaræðiliga Lýðveldið Korea
Flagg Norðurkorea
(Flagg Norðurkorea)
Skjaldarmerki Norðurkorea
(Skjaldarmerki Norðurkorea)
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: Aegukka
Alment mál Koreanskt
Høvuðsstaður Pyongyang
Forseti Choe Ryong-hae
Formaður Kim Jong-un
Fullveldi 9. september 1948
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
120 538 km²
0,1 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
24 052 231
199,54/km²
Gjaldoyra won
Tíðarøki UTC +8:30
Økisnavn á alnetinum .kp
Telefonkota +850

Fólkaræðiliga Lýðveldið Korea, vanliga nevnt Norðurkorea, bleiv grunnlagt í 1948 við Kim Il Sung sum ovasta leiðara. Norðurkorea er eitt sera isolera land, har eitt ferðfólk ikki kann ferðast frítt, men skal hava 1-2 ferðaleiðarar sum fylgja einum allastaðni.

Síðan í miðjuni av 1990'unum hevur Norðurkorea stríðst við avleiðingum frá fleiri náttúruvanlukkum, sum hava lagt landbúnaðin í oyði. Hetta hevur elvt til hungursneyð í landinum, og sjálvt um betringar eru hendar, er mattrot enn í landinum.

Norðurkorea hevur framt fimm royndarspreingingar við kjarnorkuvápnum og hevur roynt eina røð av rakettum.[1] Norðurkorea hevur umleið túsund ballistiska rakettir.

Frá japanskari koloni til uppbýtt Korea

[rætta | rætta wikitekst]

Korea var ein sjálvstøðug tjóð í mong hundrað ár áðrenn 20. øld. Landið vildi vera fyri seg sjálvt, men tað lá millum fleiri stórveldi, ið vóru gramm eftir størri økjum. Í 1910 var Korea gjørt til eina japanska koloni[2], og var stýrt við harðari hond. Milliónir av koreanarum mistu teirra samleika og navn, og fleiri túsund koreanskar kvinnur vóru brúktar sum “troysti kvinnur”. Hetta førdi til nógvan hatur móti japanarum.

Eftir annan veraldarbardaga vóru koreanarar glaðir um at Japan, sum hevði verið á týsku síðuni í veraldarbardaganum, hevði tapt og mist stýrið á nógvum av sínum oyggjum og økjum, har av Korea. Sjálvt um Sovjetsamveldið kom langt áðrenn Amerika til Korea, so var ein avtala gjørd millum stórveldini, at landið skuldi býtast við 38. breiddarstigið[3]. Í Norður Korea bleiv Kim Il-sung forsetisráðharri í 1948 og formaður í arbeiðara flokkinum í 1949. Kim Il-sung var ein 33 ára gamal kommunistur, sum hevði brúkt mesta av øðrum veraldarbardaga í Sovjetsamveldinum[4]. Har hevði hann eisini millum annað fingið hernaðar og politiska útbúgving. Kim fór beinan vegin í gongd við at skipa samfelagið av nýggjum eftir sovjetsamveldis mynstrum.

Koreakríggið

[rætta | rætta wikitekst]

Koreakríggið byrjaði í 1950 og endaði í 1953 við vápnahvíld, men ikki eini friðaravtalu. Tað doyðu umleið 3 milliónir koreanarar í hesum kríggji. Norðurkorea fekk hjálp frá m.a. Kina og Suðurkorea fekk hjálp frá USA. Formelt sæð er tað enn kríggj millum USA og Suðurkorea á eini síðu og Norðurkorea á hinari, tí at eingin friðaravtala er undirskriva.

Eftir Koreakríggji var øll orka løgd í at skapa búskaparligan vøkstur og stýri førdi kampanjur til at fremja hetta. Ein av hesum kampanjum var Chollima kampanjan. Chollima kemur mytologiiðni og er ofta myndaður sum ein hestur við veingjum, sum ríður skjótt. Hetta skuldi ímynda tað ferð sum búskaparligi vøksturin skuldi hava.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Fá lond eru so diplomatisk avbyrgd sum kommunistiska Norðurkorea. Juche er politiska hugsjónin í Norðurkorea og er smíðja av Kim Il-sung. Juche stendur fyri at stóla uppá egna megi sum tjóð. Tað vil siga at man hevur sjálvforsýnandi búskap, uttanveltaðan uttanríkispolitik og harvið ein herð sum er nóg sterkur til at verja landið móti álopum. Songun er eitt hugtak, sum hevur verði brúkt tey seinnu árinið í Norðurkorea. Tað merkir stutt sagt "herurin fyrst" og hevur havt tað við sær at herurin er voksin seinnu árini og hevur fingið meira ressorsir at ráða yvir.

Eingin veit serliga nógv um ein av seinastu kommunistisku skansunum, norðurkoreanska Kim Jong-il. Hann verður so at siga bert avmyndaður av norðurkoreanskum statsmiðlum og altíð í eins klæðum og brillum. Norðurkorea hevur í áravís verið mett sum ein tann størsta hóttanin móti vesturheiminum, og óteljandi altjóða royndir eru gjørdar at steðga eitt nú ætlanunum við kjarnorkuvápnum hjá Kim Jong-il. Sum lukkað land er torført at siga nakað fyri vist, men ágangur, torturur og ekstremt fátækradømi er gerandisdagur í Norðurkorea.

Norðurkorea og Suðurkorea hava ikki sitið væl um sátt síðani Koreakríggið fyrst í fimmtiárunum, og londini hava ongantíð avtalað at binda frið. Einki samskifti er millum tey bæði londini, og tey hava heldur onga ”reyða linju” eins og USA og Sovjet høvdu undir Kalda krígnum. Í mars 2013 sleit Norðurkorea seinastu telefonlinjuna suður um markið, eftir at Suðurkorea og USA høvdu havt felags hernaðarvenjingar.

Politiskir flokkar

[rætta | rætta wikitekst]

Koreanski Arbeiðaraflokkurin sum hevur dominerandi politiska makt. Aðrir flokkar eru Chindokio Chongu flokkurin og Koreanski Social-demokratiski flokkurin. Hesir flokkar eru í tjóðskaparligari fylking saman við Koreanska Arbeiðaraflokkinum.

Mannarættindi

[rætta | rætta wikitekst]

Norðurkorea verður mett sum heimsins mest afturlætna land. Lógarverkið í Norður-Korea loyvir avrættingum, um illgruni eru um statskvett, svik ella terrorismu. Hinvegin eru mong dømi um, at menniskju eru vorðin avrættað, tí tey vóru virkin innan samkomur, tosaðu í fartelefon ella stjólu. Stýrið vónar, at avrættingar halda fólki aftur í at gera upreistur móti Kim Jong-un og hansara stýri [5][6].

Kelduávísingar

[rætta | rætta wikitekst]
  1. https://www.washingtonpost.com/news/worldviews/wp/2017/04/14/a-timeline-of-north-koreas-five-nuclear-tests-and-how-the-u-s-has-responded/?utm_term=.d3df9962e63c
  2. Koreakrigen: Verden på randen af atomkrig 1950-1953. p. 8. 
  3. Koreakrigen: verden på randen af atomkrig 1950-1953. p. 8. 
  4. Koreakrigen - Konflikter kortlagt. p. 7. 
  5. http://koreajoongangdaily.joins.com/news/article/article.aspx?aid=2980240&cloc=joongangdaily%7Chome%7Cnewslist1
  6. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-11-04. https://web.archive.org/web/20131104094518/http://nkdb.org/bbs/data/publication/2009_NKDB_whitepaper_english.pdf. Heintað 2014-06-30. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið