Kim Jong-un
Tíðarskeið | 2011 — |
---|---|
Undanmaður | Kim Jong-il |
Føddur/Fødd | 8. januar 1983 Pyongyang |
Kim Jong-un (f. 8. januar 1983) er norðurkoreanskur einaræðisharri. Hann hevur síðani 2011 gera stórar broytingar á politiska og hernaðarliga pallinum, fyri at økja um sítt vald. Kim Jong-un hevur m.a. valt at skifta verjuovastan Pak Yong Sik út við No Kwang Chol, meðan leiðarin av heryvirleiðsluni, Ri Myong Su, er skiftur út við hansara varamann, Ri Yong Gil. Generalurin Kim Su Gil er skiftur út við Kim Jong Gak sum stjóri í stjórnarskrivstovuni í herinum. Felags fyri teir tríggjar, sum eru settir í størvini, eru at allir eru sera trúfastir móti norðurkoreanska leiðaranum.
Hann hevur eisini sett sær fyri at gera Norðurkorea til heimsins størsta kjarnorkuveldi. Boðini komu frá leiðaranum, tá hann í des. 2017 hitti umboð fyri tey sum menna vápn í landinum. Tann 28. november 2017 skjeyt Norðurkorea eina rakett, sum kann raka øll mál í USA, sambært teimum sjálvum.
Í 2018 møttust Kim Jong-un og forsetin úr Suðurkorea, Moon Jae-in, tvær ferðir í Panmunjom á markinum millum bæði londini, og einaferð í Pyongyang. Hin 12. juni 2018 møttust Kim forseti USA Donald Trump á toppfundi í Singapore, tað var fyrsti fundur og samrøða millum ein norðurkoreanskan leiðara og ein sitandi amerikanskan forseta. Teir kjakaðust um kjarnorkuskránna hjá Norðurkorea. Ein uppfylgjandi fundur í Hanoi í ferbruar 2019 endaði bráddliga uttan nakra avtalu. Hin 25. apríl 2019 møttust Kim og russiskir forsetin Vladimir Putin á teirra fyrsta toppfundi í Vladivostok.[1] Hin 30. juni 2019 møtti Kim við bæði tí suðurkoreanska forsetanum og Trump í koreanska hernaðarfría økinum.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Kramer, Andrew E.; Sang-Hun, Choe (24. apríl 2019). "Kim Jong-un Meets Putin in Russia Amid Faltering U.S. Talks" (in en-US). The New York Times. ISSN 0362-4331. https://www.nytimes.com/2019/04/24/world/asia/putin-kim-russia-summit.html.