Kjarnorka

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Kjarnorka er ein týðandi orkukelda, fyrst og fremst í stórum londum. Í nógvum londum verður kjarnorka nýtt, umframt m.a. vatnorku, vindorku og steinrunnin brennievni sum jarðgass, olju og steinkol. Kjarnorkuverk gera orku, sum verður til í reaktorum í verkinum. Har verða atomkjarnar kloyvdir í einari ketutilgongd, sum loysir orku. At seta ferð á hesa tilgongd, sum skapar el, tørvar reaktorinum brenni­evni, sum vanliga er uran. Uranmálmur verður høgdur í námum nógvastaðni í verðini. Millum tey lond, sum útvinna mest uran­málm, eru Kanada, Niger og Russland. Uranmálmur er eisini at finna í Grønlandi, men enn er støða ikki tikin til, um hann skal verða høgdur. Orkan úr sólini er kjarnorka, sum er frígjørd í fusiónstilgongdum.[1][2]

Fyrsta kjarnorkuframleiðslan av streymi var í 1951. Oljukreppan fyrst í sjeytiárunum varð orsøk til økta eftirspurningin eftir kjarnorku.[3] Serliga aftaná Three Mile Island-vanlukkuna í Pennsylvania í 1979 og Tjernobyl í 1986, eru fólk av sonnum farin at sáa iva um trygdina við kjarnorku. Samstundis veksur tørvurin á orku kring allan heim. Tí eru nógv, sum arbeiða við at finna fram til nýggjar orkukeldur, sum kunnu verða endurnýggjaðar, og sum ikki elva til útlát. Kjarnorka hevur verið tikið fram sum ein møguleiki fyri at minka um CO2-útlátið, tí kjarnorka at sýna til ikki útleiðir CO2. Ein máti er at nýta fusiónstilgongdir, men tøknin er ógvuliga kostnaðarmikil og er ikki komin nóg langt enn. Í einari fusiónstilgongd verða atomkjarnar bræddir saman í staðin fyri at verða kloyvdir, sum í einum kjarnorkuverki. Ein annar máti, sum enn er á royndarstigi, eru brennikyknur, sum kunnu gera el burtur úr hydrogeni.

Vandar av kjarnorku[rætta | rætta wikitekst]

Í 1986 var ringasta kjarnorkuvanlukka í heiminum í Tjernobyl í Norðurukraina.

Kjarnorka er rein orka, um ikki óhapp verða í kjarnorkuverkunum. Hendir óhapp, kann sonn vanlukka standast av tí, har nógv fólk doyggja og arvaeginleikarnir broytast hjá teimum, sum unnist lív. Tað er geislavirknið, ið er vandamikið. Tað er ikki bara til í kjarnorkuverkunum, men heldur sær í burturkastinum frá hesum verkum í nógv túsund ár. Tí er eisini trupulleiki við burturkastinum frá kjarnorkuverkum.[4] Kjarnorka kann vera vandamikil fyri umhvørvið á mangan hátt. Onkuntíð er tað hent, at ein reaktorur er gingin fyri. Tá fáa fólk og um­hvørvi vandamikið geislavirkni á seg. Tað kann krevja nógv mannalív og gera, at eingin aftur kann búgva har í nánd. Álvar­samasta kjarn­orkuvan­lukkan var í 1986 í Tjernobyl í Ukraina. Í sambandi við ein jarðskjálvta í Japan í 2011 fekk kjarnorkuverkið í Fukushima stóran skaða, og tað elvdi til eina umhvørvisvanlukku.[5] Tá ið el verður gjørt á kjarnorkuverkum, skal beinast fyri geislavirknum burturkasti. Tilfarið er vandamikið í fleiri túsund ár. Tí má tað verða goymt soleiðis, at tað ikki kemur í samband við menniskju, vind ella vatn. Tey, sum arbeiða við at høgga uranmálm í námunum, eru í vanda fyri geislavirkni, og tað er somuleiðis skaðiligt fyri umhvørvið har. Vandarnir í sambandi við kjarnorku hava elvt til, at fleiri lond hava gjørt av at lata síni kjarnorkuverk aftur so við og við. Japan ætlar at steingja tað seinasta kjarnorkuverkið í 2040, og Týskland ætlar at gevast við kjarnorku í 2022. Men tað er ikki vist, at tað fer at bera til, tí enn er óvist, hvaðan orkan so skal koma. Í Svøríki fóru tey undir at lata kjarn­orkuverk aftur, men góvust við tí, og enn er eingin endalig avgerð tikin har.[6]

Tjernobyl vanlukkan[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Tjernobyl vanlukkan

Tann 26. apríl í 1986 hendi álvarsamasta kjarnorkuvanlukka, sum nakrantíð hevur verið. Tað var í Tjernobyl í Ukraina. Ein reaktorur á kjarnorkuverkinum sprongdist. Eldur kom í, og geislavirkin evni vórðu førd við vindinum inn yvir stórar partar av Evropa; eisini til Føroya. Tey londini, sum vórðu harðast rakt, vóru Hvítarussland, Ukraina, Pólland og Finnland.[7] Bøur, áir og vøtn vórðu eitrað. Framvegis er ov nógv geislavirkni í hesum økjum. Eingin veit, hvussu nógv fólk lótu lív av sjálvari vanlukkuni. Men minst 7000 av teimum, sum arbeiddu við at steðga vanlukkuni og forða fyri enn enn verri fylgjum, eru deyð av geisling ella av sjúkum, sum geislingin seinni hevur elvt til. Nógv børn hava fingið brek og sjúkur av geislavirkni. Og tað fer ikki at bera til at búgva í býum og bygdum har á leið í hundraðtals ár, tí at geislavirknið er so nógv.

Elorkuframleiðsla við kjarnorkuverkum[rætta | rætta wikitekst]

Í Fraklandi verður umleið 73 % av elorkutørvinum nøktaður við kjarnorku.

32 lond hava framleitt elorku við kjarnorkureaktorum. Vanliga verða kjarnorkuverk gjørd til stór lond við nóg góðum landafrøðiligum umstøðum til kjarnorkuverk við høgum fólkatali. Kjarnorka útvegar umleið 17 % av allari elorkuni í heiminum.[8] Tað eru yvir 400 kjarnorkuverk í heiminum; 100 av øllum kjarnorkuverkunum í heiminum eru í USA. Í USA verða 19,4 % av samlaðau elorkuni framleidd við kjarnorku. Í USA eru flestu kjarnorkuverk í heim­inum, men kortini verða bara 19 & av elorkuni í landinum gjørd við kjarnorku.[9] Ikki øll lond eru áhugað í at fáa sær kjarnorkuverk. Í Danmark og Noregi eru til dømis eingi kjarnorkuverk. Frakland er tað landið í Evropa, sum hevur flestu kjarnorkuverk. 73,3 % av elorkuni í Fraklandi í 2013 stava frá kjarnorku. Í Svøríki eru trý kjarnorkuverk, og tey gera umleið helvtina av svensku elorkuni. Í Finnlandi eru tvey kjarnorkuverk, og Finnland er eitt av teimum fáu londunum, sum framvegis útbyggir kjarnorkuna.

Hagtøl[rætta | rætta wikitekst]

Kjarnorka í verðini; elorkuframleiðsla við kjarnorkuverkum.
Pláss Land Framleiðsla í 2014[10]
megawatt (MW)
El‐framleiðsla í 2013[11]
við kjarnorkuverkum
      1 USA USA               99 081                 19,4 %
      2 Frakland Frakland               63 130                 73,3 %
      3 Japan Japan               42 388                 17,1 %
      4 Russland Russland               23 643                 17,5 %
      5 Suðurkorea Suðurkorea               20 721                 27,6 %
      6 Fólkalýðveldið Kina Fólkalýðveldið Kina               17 978                   2,1 %
      7 Kanada Kanada               13 538                 16,0 %
      8 Ukraina Ukraina               13 107                 43,6 %
      9 Týskland Týskland               12 068                 15,4 %
    10 Svøríki Svøríki                 9 474                 42,7 %
    11 Stóra Bretland Bretland                 9 243                 18,3 %
    12 Spania Spania                 7 121                 19,7 %
    13 Belgia Belgia                 5 927                 52,1 %
    14 India India                 5 308                   3,5 %
    15 Taivan Teivan                 5 032                 19,1 %
    16 Kekkia Kekkia                 3 884                 35,9 %
    17 Sveis Sveis                 3 308                 36,4 %
    18 Finnland Finnland                 2 752                 33,3 %
    19 Bulgaria Bulgaria                 1 906                 30,7 %
    20 Ungarn Ungarn                 1 889                 50,7 %
    21 Brasil Brasil                 1 884                   2,8 %
    22 Suðurafrika Suðurafrika                 1 860                   5,7 %
    23 Slovakia Slovakia                 1 815                 51,7 %
    24 Argentina Argentina                 1 627                   4,4 %
    25 Meksiko Meksiko                 1 570                   4,6 %
    26 Rumenia Rumenia                 1 300                 19,8 %
    27 Iran Iran                    915                   1,5 %
    28 Pakistan Pakistan                    690                   4,4 %
    29 Slovenia Slovenia                    688                 33,6 %
    30 Niðurlond Niðurlond                    482                   2,8 %
    31 Armenia Armenia                    375                 29,2 %
       Heimurin             374 704

Kelduávísingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.denstoredanske.dk/It%2c_teknik_og_naturvidenskab/Elektricitet/Kernekraft_og_kerneteknik/kernekraftv%C3%A6rk
  2. https://web.archive.org/web/20040506065141/http://www.worldenergy.org/wec-geis/publications/default/tech_papers/18th_Congress/downloads/ds/ds6/ds6_5.pdf
  3. https://snl.no/kjernekraft
  4. http://forskning.no/energi/2011/03/hvor-farlig-er-kjernekraft
  5. "Archive copy". http://www.scientificamerican.com/article/iaea-head-sees-wide-support/. Heintað 2014-11-09. 
  6. https://www.greenleft.org.au/node/47834
  7. http://www.regjeringen.no/upload/kilde/odn/tmp/2002/0034/ddd/pdfv/154623-nou1986-24.pdf
  8. https://www.iea.org/publications/freepublications/publication/kwes.pdf
  9. https://snl.no/kjernekraft
  10. http://www.iaea.org/PRIS/WorldStatistics/OperationalReactorsByCountry.aspx
  11. http://www.iaea.org/PRIS/WorldStatistics/NuclearShareofElectricityGeneration.aspx
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið