Jump to content

Kirgistan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Kirgisia)
Кыргыз Республикасы
Flagg Lýðveldið Kirgisia
(Flagg Lýðveldið Kirgisia)
Skjaldarmerki Lýðveldið Kirgisia
(Skjaldarmerki Lýðveldið Kirgisia)
Tjóðarslagorð: -
Tjóðsangur: Kyrgyz Respublikasynyn Mamlekettik Gimni
Alment mál Kirgisikst og russiskt
Høvuðsstaður Bisjkek
Forseti Sadyr Japarov (Садыр Жапаров)
Forsætisráðharri Akylbek Japarov (Акылбек Жапаров)
Fullveldi 25. desember 1991 (frá Sovjetsamveldinum)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
199,951 km²
3,6 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2021
 - tættleiki
 
6,636,803
33/km²
Gjaldoyra Kirgisiskur som (KGS)
Tíðarøki UTC +5 til +6
Økisnavn á alnetinum .kg
Telefonkota +996

Kirgisia[1][2] ella Kirgisistan[3] (kirgisikst: Кыргызстан) er eitt land í Asia. Landið hevur umleið 5 776 500 íbúgvar (2014). Bisjkek er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Kirgisia. Kirgisia var fyrr ein partur av Sovjetsamveldinum, men gjørdist sjálvstøðug tjóð 25. desember 1991. Nú á døgum er Kirgisia eitt litið, ókent land. Har búgva umleið 5,7 milliónir fólk, og landið er 4,5 ferðir so stórt sum Danmark, ið hevur á leið sama íbúgvatal.

Meira enn helvtin av Kirgisia er 2.500 m oman sjóvar, og tí verður landið stundum eisini kallað "miðasiatiska Sveis". Snjótaktu Tien Shan-fjøllini mynda landslagið; men djúpu áardalarnir eru fruktagóðir og grønir. Flestu fólk eru bøndur. Húsdýrahald er meginvinna í landbúnaðinum, tí har er so lítið dyrkilendi.

Flaggið hjá Kirgisiska Sovjetlýðveldinum. Landið var partur av fyrrverandi Sovjetsamveldinum til desember 1991.

Til 1991 var Kirgisia partur av tí stóra og máttmikla Sovjetsamveldinum. Tað var heimsins størsta land, og har búðu 280 milliónir fólk. Í Kirgisia, ella rættari sagt, í Kirgisiska Sovjetlýðveldinum, sum tað tá æt, høgdu tey uran, sum varð nýtt í sovjetsku framleiðsluni av kjarnorkuvápnum Eisini gjørdu tey royndir við kavbátatøkni í einum stórum vatni, langt burturi frá Vesturlendskum njósnarum Har vóru nógvar verksmiðjur, sum ímillum annað framleiddu maskinur og klædnavørur.

Tey, sum áður vóru bøndur, hava verið fyri stórum broytingum. Meðan landið enn var partur av Sovjetsamveldinum, var jørðin savnað í stórar felagsgarðar, sum vóru felagsogn. Fólk starvaðust har sum arbeiðarar við ymiskum uppgávum, t.d. sum traktorførarar ella neytakonur. Nú á døgum er jørðin í Kirgisia einskild, og flestu teirra, sum áður vóru arbeiðarar á felagsgørðunum, hava fingið sína egnu jørð. Nógvum dámar hetta væl, hóast tað er trupult at fáast við landbúnað. Trot er á m.a. maskinum. Nú hava tey tó frælsi at ferðast hagar, tey vilja. Fólkið (kirgisar) kann eisini ráða í landi sínum.

Nógv vóna, at ferðavinnan skal gera Kirgisia ríkari.

Kirgisia verður talt millum tey 30-40 fátækastu londini í heiminum í 2015. Nú á døgum stavar tann størsta inntøkan hjá Kirgisia frá at selja el, sum verður framleitt við vatnorku. Landið flytur eisini út gull og bummull. Mong steinsløg eru í Kirgisia. Gull og kyksilvur verða høgd til útflutnings, men kolið, oljuna og gassið nýta teir sjálvir. Góðir møguleikar eru at vinna ravmagnsorku burtur úr stríðu áunum, ið renna oman úr høgu fjøllunum, og nakrar vatnorkubyggingar eru gjørdar. Harumframt er lítið og einki av ídnaði. Nógv av tí, sum er til sølu í handlunum, er úr Kina. Nógv vóna, at ferðavinnan skal gera Kirgisia ríkari. Landið er avbera vakurt við kavakløddum fjallatindum, sum eru meira enn 7.000 metrar høgir. Har er eitt ógvuliga stórt vatn við frálíkum baðistrondum. Har eru gøtur til gonguferðir, og har er farvegur av gamlari mentan, til dømis málningar á hellu og bergi og minni um ta gomlu handilsfarleiðina millum Evropa og Kina. Men summarið er stutt í Kirgisia, veturin øgiliga kaldur, og landið er meira enn túsund kilometrar frá sjónum.

Ein jurta - ein bústaður, summinnir um eitt tjald – á háslættanum við vatnið Song-Köl.

Har búgva um leið 5,7 milliónir fólk, og landið er 4,5 ferðir so stórt sum Danmark, ið hevur á leið sama íbúgvatal. Meiri enn helmingurin av fólkinum í Kirgisia er kirgisar, ættaðir úr Mongolia. Mong eru flakkfólk og gitin fyri at vera kring á rossabaki. Størsti útlendski minnilutin eru russar, ið mest búgva í býunum, og sum til 1991 stýrdu øllum handli og ídnaði í landinum. Nú kirgisar eru vorðnir meiri tjóðskaparsinnaðir, eru mangir russar farnir heim aftur til Russlands. Meginparturin av fólkinum í Kirgisia livir nú á døgum av landbúnaði og húsdýrum. Nógv fólk, sum áður arbeiddu á fabrikkum ella skrivstovu, velta nú sjálv tann mat, teimum tørvar, ella liva sum nomadar við húsdýrum sínum. Onnur eru flutt til Russlands ella Kasakstan at leita eftir arbeiði.

Í Kirgisia búgva í 2015 um leið 5,7 milliónir, harav umleið 80 % eru muslimar og 20 % kristin (Ortodoksa kirkjan).