Jump to content

Fólkatingsvalið 2011 í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Fólkatingsvalið 2011 til danska Fólkatingið varð hildið í Danmark, Føroyum og Grønlandi hin 15. september 2011. Í Føroyum stillaðu seks politiskir flokkar upp til fólkatingsvalið, og harafturat stillaði Poul Michelsen upp á uttanflokkalista. Hann var farin úr Fólkaflokkinum og hevði stovnað flokkin Framsókn, men flokkurin slapp ikki at stilla upp til fólkatingsvalið, hetta tí at treytin fyri at luttaka í[1] Fólkatingsvalinum treytar, at flokkarnir, sum stilla upp, skulu vera valdir á Løgting, og tí stillaði hann upp á uttanflokkalista.

Valúrslitið

[rætta | rætta wikitekst]
Flokkur og listi Atkvøður 2011 % 2011 Atkvøður 2007 % 2007 Munur
Fólkaflokkurin (A) 3932 19,0 4726 20,5 -1,5
Sambandsflokkurin (B) 6.361 30,8 5413 23,5 +7,3
Javnaðarflokkurin (C) 4328 21,0 4702 20,4 + 0,6
Sjálvstýrisflokkurin (D) 481 2,3 797 3,5 - 1,2
Tjóðveldi (E) 3998 19,4 5848 25,4 - 6,0
Miðflokkurin (H) 872 4,2 1577 6,8 - 2,6
Uttanflokkalisti (X) 672 3,3 0 0,0 + 3,3

Persónligar atkvøður í Føroyum (topp 10)

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Høgni Hoydal (E) 1605
  2. Edmund Joensen (B) 1578
  3. Kaj Leo Johannesen (B) 1554
  4. Sjúrður Skaale (C) 1539
  5. Annika Olsen (A) 1193
  6. Aksel V. Johannesen (C) 985
  7. Jacob Vestergaard (A) 753
  8. Poul Michelsen (X) 672
  9. Bárður Nielsen (B) 438
  10. Jákup Mikkelsen (A) 411

Sjálvt um Høgni Hoydal úr Tjóðveldi fekk flestar persónligar atkvøður av øllum valevnunum, so varð hann ikki valdur í Fólkatingið. Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum vóru valdir á Fólkating at umboð Føroyar.[2]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]