Evropeiski Gylti Skógvurin (á enskum: The European Golden Shoe, fyrr nevndur the European Golden Boot), er ein fótbólts heiðursløn, sum verður latin hvørt ár til tann leikara (ella leikarar), sum skorar flest mál í bestu evropeisku fótbóltsdeildunum.
Lionel Messi og Christiano Ronaldo eru í løtuni (mai 2014) teir einastu leikararnir, sum heva megnað at vinna Evropeiska gylta skógvin tríggjar ferðir. Átta leikarar hava vunnið heiðurin tvær ferðir. Gerd Müller var tann fyrsti leikarin, ið vann tveir gyltir skógvar, tað var í 1969–70 og 1971–72. Lionel Messi, Cristiano Ronaldo, og Diego Forlán eru teir einastu leikararnir, ið enn eru aktivir og spæla í Evropa, sum kunnu vinna tríggjar ferðir ella meira tann Evropeiska Gylta Skógvin. Ally McCoist (1991–92 og 1992–93), Thierry Henry (2003–04 og 2004–05) og Lionel Messi (2011-2012 og 2012-2013) eru teir einastu leikararnir, ið hava vunnið tvey fylgjandi ár. Cristiano Ronaldo (Manchester United og Real Madrid), Diego Forlán (Villarreal og Atlético Madrid) og Mário Jardel (Porto og Sporting CP) eru teir einastu leikararnir, ið hava vunnið steypið við tveimum ymiskum feløgum. Cristiano Ronaldo er tann fyrsti og higartil (mai 2013) einasti leikarin, ið hevur vunnið steypið í tveimum ymiskum deildum (ymiskum londum), við Manchester United í ensku Premier League og við Real Madrid í sponsku La Liga.
Fleirfaldaðir vinnarar av evropeiska gylta skógvinum