Bangladesj
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: "Amar Shonar Bangla" | |||
Alment mál | Bengali | ||
Høvuðsstaður | Dhaka | ||
Forseti | Zillur Rahman | ||
Forsætisráðharri | Sheikh Hasina | ||
Fullveldi | 26. mars 1971 (frá Pakistan) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
147,570 km² 6.9 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
162 221 000 1,099.3/km² | ||
Gjaldoyra | Taka (BDT) | ||
Tíðarøki | UTC +6 | ||
Økisnavn á alnetinum | .bd | ||
Telefonkota | +880
| ||
Fólkalýðveldið Bangladesj (bengali: গণপ্রজাতন্ত্রী বাংলাদেশ) er eitt land í Suðurásia. Bangladesj hevur bara mark við India. Í 1971 tók Eysturpakistan loysing frá Vesturpakistan og stovnsetti nýggja ríkið Bangladesj. Almenna málið er bengali.
Bangladesj er av fátækastu og fjølbygdastu londum í heiminum, har eru eisini javnan melduródnir og vatnflóð, helst fram við strondini. Landið Bangladesj er í einum stórum áarósa og verður ofta rakt av svárari yvirflóð. Hóast vatn er mestsum allastaðni, er tað ofta ringt hjá fólki at finna reint drekkivatn í Bangladesj. Í mong ár hevur arbeitt verið við at fáa tamarhald á áunum, tálma fólkavøkstrinum og menna og nútímansgera ídnaðin og landbúnaðin.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Nýtt ríki í Bengali
[rætta | rætta wikitekst]Í 1947 varð India býtt sundur, og islamska ríkið Pakistan varð sett á stovn Í Landnyrðings- og Útnyrðingsindia, har muslimar vóru í stórum meiriluta. Men 1600 km. vóru ímillum Eysturpakistan og Vesturpakistan við Bengalhav, og landafrøðiliga býtið varð atvold til spent viðurskifti ímillum ríkispartarnar, tí at eysturpakistanar søgdu, at ríkistingið, ið var í Vesturpakistan, eyðrændi og vanrøkti Eysturpakistan. Í 1954 fór Awami-fylkingin við Sheikh Mujibur Rahman (fødd 17. mars 1920 – deyð 15. august 1975) á odda at stríðast fyri, at Eysturpakistan fekk sjálvstýri.
Fylkingin vann tryggan valsigur í 1970, men Vesturpakistan stýtti fyri at geva Eysturpakistan sjálvstýri. Borgarakríggj brast á, og 10 milliónir bengalar (eysturpakistanar), flýddu til India. Indiski herurin legði uppí, og stutt kríggj brast á ímillum Pakistan og India. Pakistanski herurin gav seg skjótt undir, og í 1972 lýsti Eysturpakistan seg sum frælst ríki, nevndi seg Bangladesj, og ríkisovasti gjørdist Rahman.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Dálking
[rætta | rætta wikitekst]Eitt av heimsins størstu umhvørvisvandamálum er dálking av drekkivatni. Fleiri enn 3 milliónir borihol eru dálkað við arseni um allan heim. Bangladesj er helst tað landið sum hevur størstu trupulleikar av dálkaðum drekkivatni [1]. Hóast myndugleikarnir í Bangladesj hava roynt at bøtt um heilsuviðurskiftini, er deyðstíttleikin høgur, helst millum børn í fjarskotnu bygdaløgunum. Hetta kemst fyrst og fremst av vánaligum mati og dálkaðum drekkivatni, ið er atvold til sjúkur, ið smitta illa, til dømis kolera. Lækna- og heilsurøktarlið fara um alt landið at koppseta fólk fyri umfarssjúkur og at greiða teimum frá góðum kosti og fyribyrgjandi evnum.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Skógir
[rætta | rætta wikitekst]Á oyrareingjunum vaksa tjúkkir skógir av pílum, bambus og mangrovtrøum. Trøini hava djúpar røtur í oyrini og festa soleiðis tað fína gruggið, so hvørt tað kemur. Í regntíðini standa áareingirnar undir í vatni, tí áirnar svølgja ikki tað mikla regnið, sum tá kemur niður. Tá ið áarførið herjar í regntíðini, verður ofta skaði á bæði jørð og hús. Men nú hava teir bygt nógvar stórar byrgingar niðan ígjøgnum áardalarnar, so at vatnið skal standa í dølunum og ikki sleppa oman, fyrr en brúk er fyri tí. Uppi undir byrgingunum byggja teir elvirki, sum veitir teimum ídnaðarmegi, so at teir kunnu gera tøð at koyra á bøin og landbúnaðaramboð at arbeiða jørðina við.
Áir
[rætta | rætta wikitekst]Meginparturin av Bangladesj eru oyrarnar, sum eru við munnan á teimum trimum stóru áunum Ganges, Brahma-putra og Meghna. Í regntíðini (juni-oktober) floyma áirnar upp um áarbakkarnar og bera nógva runu við sær, runan taðar jørðina ógvuliga væl. Men vatnflóðin kann stundum eisini elva til stórvanlukkur fólk og fenaður umkomast, og hús og grøði verða skolað burtur. Hóast vandi javnan er fyri hesum, býr mesta fólkið í Bangladesj í smáum bygdum, spjaddar um allar oyrarnar.
Oman úr tí parti av Himaleiafjøllunum, sum tað nógva regnið kemur niður í regntíðini, koma tvær av heimsins størstu áum, Brahmaputra og Ganges. Áirnar koma við óførum mongdum av leiri, sandi og gruggi og leggja við áarmunnarnar úti við Bengaliuhavið. Gruggið er eisini lagst á botnin inni í Bengaliuhavinum og hevur fylt upp í stórar víddir av tí, og fyllir meiri og meiri á hvørjum ári. Har er tí eisini hemsins størsta oyri. Áirnar renna út eftir allari oyrini í óteljandi áarørmum. Oyrareingirnar og landið uttan um kalla menn Bengalia.
Veðurlag
[rætta | rætta wikitekst]Sermerkstasta veðurlagsfyribrigdi er monsunurin, sum hvørt summar lýggjur og vátur kemur uttan av havi inn yvir næstan alt Indianes. Monsun er eitt arábiskt orð, sum merkir árstíð, men hevur í USA og Evropa fingið annan týdning. Har merkir tað tann vindur, sum liggur eina vissa árstíð. Monsunin er ógvuliga lík sólvindi hjá okkum, tí tá ið tann syðri parturin av tí velduga landinum í Ásia er hitnaður til fulnar, streymar luftin av jørðini uppeftir, og har verður eitt tómrúm, sum onnur luft skundar sær i. Henda luftin kemur haðani, sum tað er kaldast. Um summarið er havið tað kaldasta, og tí kemur vindurin haðani. Men miðskeiðis í juni skiftir hann ætt, og vindurin kemur av útsynningi ella suðri. Tá byrjar summarmonsunin.
Í Bangladesj er tropuveðurlag og tríggjar árstíðir. Í mars mánaði byrjar tann heita árstíðin og heldur á út í miðjan juni. Regntíðin byrjar miðskeiðis í juni og endar einaferð í september. Tann kaldara árstíðin byrjar í oktober og endar seinast í februar. Tá ið mars mánaður er komin, byrjar tann heita árstíðin, hvør dagur verður heitari enn annar, jørðin sprotnar og botntornar, og luftin er tjúkk og turr í moldroki. So heitt er í veðrinum, at eingin fær arbeitt úti uttan tíðliga um morgunin ella seint á kvøldi. Mítt um dagin halda fólk seg inni við lúku fyri vindeygunum.
Summi ár regnar so illa, at tað verður vatnflóð, ið elvir stóran skaða. Monsunurin kemur av útsynningi um summarið og av landnyrðingi um veturin. Tá ið summarmonsunurin kemur uttan av Indiahavi, hevur hann lýggja og váta lut við sær, sum verður regn yvir turra og heita meginlandinum.
Náttúruvanlukkur
[rætta | rætta wikitekst]Tey 162 milliónir fólkini í Bangladesj búgva í einum hinum fátækasta og mest vanlukkurakta landinum í heiminum. Ódnirnar elva mangan til ræðuligar náttúruvanlukkur. Ódnir koma javnan inn yvir landið uttan av Bengalhavi og hava við sær, at storm- og vatnflóð vera á lágu oyrunum suðuri í landinum. Ódnirnar hava ofta tikið tíggjutúsundtals mannalív og hava gjørt upp aftur fleiri heimleys.
Muhammed Yunus (fødd 28. juni 1940) fekk Nobelvirðislønina í 2006 fyri arbeiði sítt, at hjálpa teimum fátæku í Bangladesh og øðrum londum.
Veðurlagsbroytingar
[rætta | rætta wikitekst]Bangladesj er ringast fyri, tí landið er í sera stórum vanda fyri at verða rakt av bæði turki og hungri. Aftrat hesum dragast bangladesjarnir við umfatandi fátækradømi og landbúnaðartrupulleikum. Júst landbúnaðurin er tað búskaparliga økið, ið roknað verður við, verður mest ávirkað av veðurlagsbroytingunum. Myndugleikarnir í Bangladesh hava harumframt heldur ikki neyðuga førleikan fyri at handfara avleiðingarnar av alheims upphitingini. Av øllum tjóðum í heiminum eru norðmenn minst viðbreknir mótvegis veðurlagsbroytingum sambært eini nýggjari frágreiðing. Bangladesj er mest hótt [2].
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Meginparturin av fólkinum í Bangladesj livir av fiskiskapi ella landbúnaði. Í regntíðini er nógvur fiskur í oyrunum, og runan, ið áirnar bera við sær, taðar jørðina væl.
Landbúnaður
[rætta | rætta wikitekst]Bangladesj er fruktagott land og væl velt. Tann vátliga jørðin og tað fruktagóða gruggið, sum fellur á velturnar í regntíðini, eru frálík at hava til t.d. rís ella jutu. Monsunurin hevur alt at týða fyri bøndurnar, og kemur hann ikki við regni, er hungursneyð í durunum. Landbúnaður er høvuðsvinnan í Bangladesj, og tríggir fjórðingar av fólkinum eru bøndur. Bøndurnir hava neytini at arbeiða við. Arbeiðsamboðini eru gamaldags, træplógv at pløga við og akurknív at skera akurin við. Bøndurnir fara tíðliga á morgni til arbeiðis, antin á óðalsjørðina ella á leigujørðina hjá stórbóndanum. Garðarnir eru smáir, tí mugu teir røkjast við dugnaskapi og ídni, um teir skulu geva nóg mikið av grøði til húsarhaldið. Stórbóndin krevur nógva leigu, og tí mugu leigubøndurnir ofta seta seg í stóra skuld, um teir skulu ikki missa garðin.
Rísin veksur á vátlendi. Bøndurnir velta tí bøin í teigar og laða garð uttan um teigarnar. Vatn verður latið á velturnar í vakstrartíðini, og vatnið sleppur ikki frá, men stendur sum ein tjørn á veltuni. Rísin verður sáað í mai mánaði í eitt horn á veltuni og stendur har, inntil hon hevur fingið bløð og stelk. Tá ið ein mánaður er farin, setir áarføri veltuna undir vatn. Tá fara bøndurnir við oksum at pløga veltuna og gera hana búna at seta niður í. Tá ið veltan er búgvin, koma børn og konufólk út á hana. Tey ganga upp undir knø í vatni og evju, taka teir ungu stelkarnar upp og seta teir niður aftur í alla veltuna.
Áðrenn teir skera akurin í oktober mánað, sleppa teir vatninum av veltuni. Í Bangladesj velta teir trý ymisk sløg av rísi, eitt slag til hvørja árstíðina, og tí kunnu teir eisini heysta tríggjar ferðir um árið úr somu veltu. Rísin verður skorin við akurknívi. Oksarnir treskja kornið, ganga uppi í tí, inntil aksið er dottið sundur. Teir týna kornið við at blaka tað upp í loft, so at vindurin kann taka dumbuna úr valakorninum.
Júta er seig, tægrut trevjuplanta. Hon er virðismikil inntøkukelda hjá mongum bóndum, og fólkið kallar hana "gylta trevjan". Júta verður nýtt til sekkir, tog og máttur. Í gomlum døgum var júta størsta útfluningsvøra í Bangladesj, men nú hevur júta ilt við at standa seg í kappingini við tægralíki. Høvuðsgrøðin í Bangladesj er rís, ið verður dyrkað til heimamarknaðin, te og sukur verða dyrkað til útflutnings.
Ídnaður
[rætta | rætta wikitekst]Fólk
[rætta | rætta wikitekst]Bara umleið triðja hvørt fólk í Bangladesj býr í stórum býum, flestu teirra í høvuðsstaðnum Dhaka, fyrr Dacca, og í teimum báðum havnabýunum Khulna og Chittagong. Fólkið í býunum hevur betri lívskor enn fólkið á bygd. Húsini standa ofta á steyrum ella gjørdum hólmum, so at tey ikki standa undir í vatni í regntíðini. Húsini eru betri, og ravmagn og vatn er lagt inn í húsini. Men ógvuliga nógv fólk flytur til býirnar, sum vaksa so skjótt, at mong verða noydd at búgva í fátækrabýlingum.
Átrúnaður
[rætta | rætta wikitekst]Sum í Pakistan er mesta fólkið í Bangladesj muslimar - 89,5 % av tí samlaðu fólkinum [4]. Ein altjóða gallupkanning vísir, at átrúnaður hevur størst týdning fyri fólk í fátækum londum. Í Vesturheiminum hevur hann minni týdning. Í fátækum londum sum Bangladesj og Burundi, siga heili 99 prosent av íbúgvunum, at átrúnaður hevur sera stóran týdning [5].
Matur
[rætta | rætta wikitekst]Í Eystur- og Suðurbangladesj er rískornið aðalføðin hjá fólki, og fjøldin hevur mest sum einki annað til matna enn rísingrýn.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.ncbi.nlm.nih.gov/pmc/articles/PMC1119829/
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-06-20. https://web.archive.org/web/20110620144223/http://worldblog.msnbc.msn.com/_news/2009/12/07/4376387-in-bangladesh-climate-change-is-a-matter-of-life-and-death. Heintað 2011-06-30.
- ↑ http://www.indexmundi.com/bangladesh/population_below_poverty_line.html
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2021-01-01. https://web.archive.org/web/20210101182840/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/bg.html. Heintað 2011-06-30.
- ↑ http://www.priyo.com/perspective/2011/05/30/bangladesh-most-religious-coun-27627.html