15. apríl
Appearance
<< | Apríl 2024 | >> | ||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 |
8 | 9 | 10 | 11 | 12 | 13 | 14 |
15 | 16 | 17 | 18 | 19 | 20 | 21 |
22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 | 28 |
29 | 30 | |||||
MMXXIV |
15. apríl er dagur 105 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 106 um skotár er). 260 dagar eru eftir av árinum. Dagurin eitur Olympia. Tær ljósu næturnar byrja. Navnið Olympia er til minnis um halga konu, sum varð tikin av døgum umleið ár 250 í Persiu.[1]
Hendingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1865 - Abraham Lincoln, amerikanskur forseti, varð skotin 14. apríl og doyði dagin eftir.
- 1912 - Tíðliga á morgni siglir ferðamannaskipið RMS Titanic á eitt ísfjall í norðatlantiska havinum. Stoyturin frá ísfjallinum hevur við sær, at skipið søkkur, og 1517 mans lata lív. Vrakið av skipinum verður ikki funnið fyrr enn í 1986.
- 1922 - Kanadisku læknarinir Sir Frederick Grant Banting og John Macleod gera tað fyrstu insulinið.
- 1930 - Deyðadómur verður avtikin í Danmark í borgaraligum sakarmálum.
- 1945 - 35 hvítir bussar frá svenska og danska Reyða Krossi bjarga donskum jødum í KZ-leguni Theresienstadt í Tjekkoslovakia. Folke Bernadotte, greivi, hevði úr Týsklandi fingið loyvi at heinta danskar og norskar fangar til Svøríkis.
- 1955 - McDonald's burgaraketan verður stovnað í Chicago í Illinois. Tað vóru brøðurnir Dick og Mac McDonald, sum høvdu fingið hugskotið við fast food í drive-in matstovum.
- 1989 - 86 fólk vórðu kroyst til deyða á Hillsborough Stadion í Sheffild í Bretlandi, eftir at panikkur kom í undir steypafinaluni í fótbólti millum Nottingham Forest og Liverpool.
- 2013 - Tvær bumbur brustu tætt við málstrikuna, meðan Boston Maraton var í gongd. Minst tvey fólk doyðu og fleiri vóru løstaði.
- 2019 - Eldur í Notre-Dame-katedralinum. Dómkirkjan í Paris stendur í ljósum loga.
Føðingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1452 - Leonardo da Vinci, italskur listamálari og myndahøggari (d. 1519)
- 1646 - Christian 5., danskur-norskur kongur
- 1801 - Frederik Ferdinand Tillisch, amtmaður í Føroyum (d. 1889)
- 1865 - Olga Boznańska, pólskur listmálari (d. 1940)
- 1912 - Kim Il Sung, einaræðisharri í Norðurkorea (d. 1994)
- 1930 - Vigdís Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti í Íslandi.
- 1931 - Tomas Tranströmer, svenskur rithøvundur (d. 2015)
- 1938 - Claudia Cardinale, itolsk sjonleikarinna.
- 1959 - Emma Thompson, ensk sjonleikarinna.
- 1960 - Susanne Bier, danskur filmsleikstjóri.
- 1966 - Samantha Fox, Ensk songkvinna.
- 1972 - Trine Dyrholm, donsk sangarinna og sjónleikari.
- 1982 - Seth Rogen, kanadiskur sjonleikari og grinisti.
- 1989 - Brandur Enni, føroyskur sangari.
- 1990 - Emma Watson, ensk sjonleikarinna.
- 1992 - Amy Deasismont, svensk songkvinna.
- 1997 - Maisie Williams, ensk sjonleikarinna.
Andlát
[rætta | rætta wikitekst]- 1865 - Abraham Lincoln, amerikanskur forseti, varð skotin 14. apríl og doyði dagin eftir.
- 1954 - Ernst Krenn (Álvur við Gjógv), eysturríkiskur føroyavinur (f. 1897)
- 1980 - Jean-Paul Sartre, franskur heimspekingur of rithovundur (f. 1905)
- 1990 - Greta Garbo, svensk sjonleikarinna (f. 1905)
- 1998 - Pol Pot, kambodiskur politikari (f. 1925)
- 2021 - Gunnar Hoydal, føroyskur rithøvundur og arkitektur (f. 1941).
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |
- ↑ Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008