Boston Maraton bumbuatsóknir 2013

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Myndin er tikin beint eftir, at bumburnar brustu í Boston

15. apríl 2013 brustu tvær bumbur í Boston, Massachusetts, meðan tann stóra og vælkenda Boston Maraton kappingin fór fram. Teir fyrstu rennararnir vóru komnir á mál umleið ein til tveir tímar, áðrenn bumburnar brustu, men nógvir rennarar vóru enn ikki komnir á mál og fleiri vóru á veg um mállinjuna, tá fyrsta bumban brast. Bumban brast á gongubreytini, har nógvir áskoðarar stóðu. Tað vóru eini 20 sekund millum ta fyrru og ta seinnu bumbuna, bumbubrestirnir fóru fram við 50-100 metrar frástøðu. Tað frættist rættiliga skjótt, at tvey fólk vóru deyð og fleiri vóru særd. Talið á særdum vaks sum tímarnir gingu. Umleið ein tíma eftir at tær báðar bumburnar við málið brustu, varð ein triðja spreinging við eitt bókasavn, sum nevnist John F. Kennedy Presidential Library and Museum. Ongin mannaskaði var tó, tá henda triðja spreinginin var, og mett verður, at hetta onki hevði við tær báðar bumburnar nærhendis málið at gera. Nakrar dagar seinni vóru framvegis 3 fólk deyð orsakað av bumbunum, meðan talið á teimum særdu var komið upp á í minsta lagi 178, av hesum vóru tað í minsta lagi 13 fólk ið fingu bein amputerað. Tað vóru nógvar kúlur og seymar í bumbunum, og læknar meta, at eftirsum at bumburnar vóru so lágt plaseraðar, so blivu fólk mest særd um beinini og føturnar, og tí vóru tað ikki uppaftur fleiri enn tey trý, ið lótu lív. Tey trý, sum lótu lív, vóru ein 8 ára gamal drongur, ein 29 ára gomul kvinna, sum bæði vóru amerikanarar úr Boston-økinum, og ein 23 ára gomul kvinna úr Kina, sum var í USA í lestrarørindum. Mamma og systir tann 8 ára gamla vóru millum tey álvarsliga særdu.

FBI hevði illgruna til tveir ungar menn, ið vóru sæddir á sjónbandaupptøkum, beint áðrenn bumburnar brustu, og bað fólk um hjálp til at eyðmerkja teir báðar menninar. Fríggjadagin 19. apríl vóru teir funnir, og tann eini varð skotin og doyði av løstunum, meðan hin slapp til rímingar. Myndir av teimum báðum vóru almannakunngjørdar og vóru sendar út til fjølmiðlar. Talan var um tveir brøður úr Kekenia, Dzhokar og Tamerlan Tsarnaev, sum vóru 19 og 26 ára gamlir. Báðir vóru lesandi og høvdu onki kriminelt gjørt áður. Løgreglan leitaði eftir tí yngra beiggjanum, og dagin eftir skotbardagan, har eldri beiggin læt lív, eydnaðist tað løgregluni leygardagin 20. apríl at finna og handtaka tann 19 ára gamla, hann hevði krógvað seg í einum báti í Watertown, Massachusetts; bátaeigarin boðaði løgregluni frá um mannin, sum fjaldi seg í báti hansara. Hann varð særdur undir handtøkuni og varð tí innlagdur á eitt sjúkrahús í býnum. [1]

Tann 15. mai 2015 varð Dzhokar Tsarnaev dømdur til deyða fyri brotsgerðina.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Ekstrabladet.dk
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo