Leonardo da Vinci
Leonardo da Vinci (15. apríl 1452 – 2. mai 1519) var ein listamálari, myndahøggari, arkitektur, verkfrøðingur, uppfinnari, botanikari og anatomur. Hann verður roknaður at vera ein renessansumaður og eitt flogvit. Minni kent er tað, at hann eisini var ein dugnaligur tónleikari, sangari og lýruspælari. Hann svam og kavaði, sum ikki var vanligt tá í tíðini, og skrivaði um tað í sínum notatum. Verk hansara hoyrir til tað italsku hárenessansuna. Leonardo varð føddur uttanfyri hjúnalag í býnum Vinci, tætt við Firenze í Norðuritaliu. Mamman var ein bóndagenta, Katarina, og pápin var Ser Piero da Vinci, ein ríkur jørðeigari og advokatur. Leonardo vaks upp hjá pápanum. Í 1469 fluttu teir til Firenze, har teir leigaðu eitt hús á Piazza San Firenze tætt við Palazzo Vecchio. Alt lívið var Leonardo vegetarur. Frá 1469 var hann í 6 ár lærlingur og seinni hjálparmaður hjá meistaranum Andrea di Cione, betri kendur sum Andrea del Verrocchio, sum var ein av teimum dugnaligastu og mest fjøltáttaðu listamonnunum í Firenze tá. Hann var myndahøggari, málari, arkitektur, uppfinnari, granskari, skrivari, filosofur, bronsustoypari og nógv annað. Uttan iva hevur hann havt stóra ávirkan á menningina hjá Leonardo. Bert Donatello verður sæddur sum ein uppaftur størri listamaður enn Verrocchio. Leonardo arbeiddi í verksmiðjuni hjá Verrocchio saman við øðrum listamonnum, sum eisini vóru kendir tá, eitt nú Botticelli, Perugino og Lorenzo di Credi.
Í 1472 varð Leonardo upptikin í Sankt Lukas Laug sum málari Lionardo de Ser Piero da Vinci dipintore, men hóast hann nú hevði loyvi til at stovna sítt egna verkstað, so valdi hann at arbeiða á verkstaðnum hjá lærumeistaranum í minst 4 ár afturat.
Stóran part av hansara arbeiðslívi sum listamaður, starvaðist hann fyri Ludovico il Moro í Milano. Seinni arbeiddi hann í Róm, Bologna og Venesia, og tey seinastu árini starvaðist hann í Fraklandi, í heimi sínum, sum var ein gáva frá konginum Frans 1. av Fraklandi.
Leonardo er best kendur sum málari. Ein av kendastu málningum hansara er Mona Lisa. Ein annar kendur málningur hjá honum er Tann seinasta máltíðin (The Last Supper), sum er ein tann mest eftirlíknaði málningurin yvirhøvur við átrúnaðarligum motivi. Bert Skapanin av Adam (The Creation of Adam) hjá Michelangelo kemur í námind av teimum báðum heimskendu verkunum hjá Leonardo.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]