RMS Titanic

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hildið var, at Titanic kundi ikki søkka. Men longu á fyrstu ferð síni í 1912 sigldi skipið á ísfjall og sakk norðarlaga í Atlantshavi.

RMS Titanic var eitt bretskt ferðamannaskip, sum á jomfrúferð síni í 1912 sigldi á eitt ísfjall í norð atlantiska havinum morgunin tann 15. apríl. Stoyturin frá ísfjallinum hevði við sær, at skipið sakk. Við bæði manning og ferðafólki, tók RMS Titanic við sær 1.500 fólk til havs. Upprunaliga farleiðin hjá RMS Titanic var frá Southampton, Ongland til New York City, USA.

Tá ið pinkukavbáturin kom fram, kundi vrakið loksins kannast. Tað vardi næstan tveir tímar hjá Nautile at koma niður til vrakið. Kavbáturin Nautile kann fara niður á 6000 m. Í lítla kavbátinum er kavarin vardur fyri høga trýstinum í havdýpinum. Í 1912 var Titanic liðugt bygt og var ein av størstu og glæsiligastu damparum.

Í 1986 kannaði amerikanski kavbáturin Alvin vrakið av stóra ferðamannaskipinum Titanic. Strokkurin varð kannaður við kavtólmenni, nevnt Jason Jr. Tólmennið tók eisini myndir av skipinum innan.

Titanic liggur á stívliga 3000 m. dýpi.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið