Betrideildin
Uppskot er sett fram um at hendan greinin verður flætta saman við [[::Føroyskir fótbóltsmeistarar|Føroyskir fótbóltsmeistarar]]. (Kjak) |
Betrideildin er heitið á bestu, føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum. Navnið hevur deildin fingið eftir høvuðsstuðulinum, Betri samtakinum. Deildin skiftið navn í januar 2018, áðrenn tað nevndist deildin Effodeildin eftir táverandi høvuðsstuðlinum, orkufelaginum Effo, sum deildin bleiv uppkallað eftir frá februar 2012[1] til januar 2018. Eitt stutt skifti frá januar til 27. februar 2012 hevði besta deildin ongan høvuðsstuðul, ta tíðina var deildin nevnd Meistaradeildin. Árini 2008 - 2011 varð deildin nevnd Vodafonedeildin, uppkallað eftir táverandi høvuðsstuðlinum, Vodafone, ið keypti sær rættindini til deildina í 2008. Frá 2005-2008 var heitið Formuladeildin, uppkallað eftur táverandi høvuðsstuðli formula.fo.
føroyska landskappingin í fótbólti var í 1942. Tað árið var bert ein deild, og varð hon rópt Meistaradeildin. Hetta var eisini heitið á bestu deildini fram til 1975. Frá 1976 var besta deildin rópt 1. deild. Frá 2005 fekk besta deildin navn eftir einum høvuðssponsori.
Heiti á bestu deildini | Heiti á næstbestu deildini |
---|---|
1942 - 1975 Meistaradeildin | - 1975 Meðaldeildin |
1976 - 2004 1. deild | 1976 - 2005 2. deild |
2005 - 2008 Formuladeildin | 2006 - 1. deild |
2009 - 2011 Vodafondeildin | |
2012 - 2017 Effodeildin | |
2018 - Betrideildin |
Gull- og silvurvinnarar
[rætta | rætta wikitekst]1 Í 1944 var eingin kapping vegna bóltatrot.
Flest FM-heiti
[rætta | rætta wikitekst]Kelda:[2]
Lið | Staður | Titlar |
---|---|---|
HB | Tórshavn | 24 |
KÍ | Klaksvík | 21 |
B36 | Tórshavn | 11 |
TB | Tvøroyri | 7 |
GÍ | Gøta | 6 |
B68 | Toftir | 3 |
Víkingur | Gøta og Leirvík | 3 |
EB/Streymur | Eiði | 2 |
NSÍ | Runavík | 1 |
ÍF | Fuglafjørður | 1 |
VB | Vágur | 1 |
SÍ | Sørvágur | 1 |
B71 | Sandur | 1 |
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Portal.fo, Og navnið er: Effo-deildin". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-02-29. https://web.archive.org/web/20120229012341/http://aktuelt.fo/grein/og_navnid_er_effo_deildin. Heintað 2012-02-27.
- ↑ Gerd Heuser and Hans Schöggl (8 October 2015). "Faeroe Islands - List of Champions". RSSSF. http://www.rsssf.com/tablesf/farchamp.html. Heintað 17 January 2016.
- Grein á Wikipedia "Føroyskir fótbóltsmeistarar"
- Football.fo FSF - Fótbóltsamband Føroya
Føroyskur fótbóltur hjá monnum | |
---|---|
Betrideildin | |
07 Vestur | AB | B36 | B68 | EB/Streymur | HB | ÍF | KÍ | TB | Víkingur | |
1. deild | |
B36 II | B68 II | B71 | EB/Streymur II | FC Hoyvík | HB II | KÍ II | NSÍ | Skála | Víkingur II | |
Onnur feløg | |