Vodafone

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Vodafone er partafelag, ið bjóðar fjarskiftistænastur í Føroyum. Tá fyritøkan varð stovnað nevndist hon Kall. Fyrsti stjórin í Kall var Bjarni A. Bjarnason. Verandi stjóri er Gudny Langgaard.[1] Vodafone var høvuðsstuðul hjá bestu føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum í trý ár, frá 2008 til og við 2011. Deildin var tá nevnd Vodafonedeildin.[2]

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Eftir at Føroya Løgting hevði avtikið einkarættin á fjarskiftisøkinum í 1999, kundu onnur koma inn á marknaðin og kappast við táverandi Telefonverk Føroya Løgting (nú Føroya Tele).

Kall varð stovnað summarið 1999 av Ólavi Ellefsen, Ólavi Gregersen, Jónsveini Joensen og Terja Durhuus[3].

  • 29. mai 2008 varð navnið Kall slept, og felagið tók navnið Vodafone, sum er navnið á høvuðspartaeigaranum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Vodafone.fo, Bygnaður
  2. Sudurras.info, Vodafonedeildin farin í søguna
  3. https://www.vodafone.fo/Default.aspx?pageid=37 Virkislýsing av Vodafone