Føroya Tele
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Føroya Tele er størsti veitari av kunningar- og fjarskiftistænastum í Føroyum. Samtakið Føroya Tele er móðurfyritøka, sum hevur dóttirfeløgini FT Net, FT Samskifti og Televarpið. Stjóri í Føroya Tele er Kristian Reinert Davidsen.
[rætta] Søgan
Fyrsta telefonlinja bleiv sett upp í 1905 av Ólavi á Heygum í Vestmanna (sí meiri á Telefon í Føroyum). Føroya Løgting yvirtók í 1906 hesa linjuna og stovnaði felag, ið fekk navnið "Færøernes Amtskommunes Telefonvæsen". Seinni fekk felagið navnið "Telefonverk Føroya Løgtings" (vanliga nevnt "Telefonverkið").
Í 1930 vóru allar bygdir í Føroyum knýttar á telefonnetið, tó undantikið Suðuroyggin, sum bert hevði radiotelegraf- samband við Tórshavn.
Í 1954 kundi man á fyrsta sinni ringja til útlandið - fyrst var tað bert til Danmarkar.
Í apríl 1998 varð stovnandi aðalfundur hildin fyri at stovna Telefonverkið sum alment partafelag. Hetta nýggja partafelagið fekk navnið Føroya Tele. Føroya Løgting eigur framvegis allan partapeningin í Føroya Tele.
Frá 1. januar 1999 avtók Løgtingið einkarættin hjá Føroya Tele at reka fjarskiftistænastur í Føroyum. Hetta førdi við sær, at onnur feløg stungu seg upp og bjóðaður fram fjarskiftistænastur.
Á sumri 2004 flutti høvuðssæti hjá Føroya Tele í Havn inn í nýggjan snotuligan bygning, ið hevur fingið navnið Klingran.
[rætta] Sí eisini
- Grein um Kall