Klaksvíkar Ítróttarfelag

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Klaksvíkar Ítróttarfelag
Navn Klaksvíkar Ítróttarfelag
Kelinavn
Stovnað 24. august, 1904
Leikvøllir Á Djúpumýru
Rúmd 2.000
Formaður Flag of the Faroe Islands Tummas Lervig
Høvuðsvenjari Flag hjá Serbia Aleksandar Djordjević Flag of the Faroe Islands Jóan Pauli Jacobsen &
(hjálparvenjari)
Liga Effodeildin
2011 5. pláss
Heimasíða http://www.ki.fo
Lið litir Lið litir Lið litir
Lið litir
Lið litir
 
Heimavøllur
Lið litir Lið litir Lið litir
Lið litir
Lið litir
 
Útivøllur

Klaksvíkar Ítróttarfelag er eitt fótbóltsfelag úr Klaksvík, sum var stovnað í 1904.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Fótbóltshópurin hjá liðnum í Effodeildini

Soleiðis sá hópurin út í oktober 2011:

No. Pláss Leikari
1 Flag of the Faroe Islands Gunnar á Steig
2 Flag of the Faroe Islands Ve Rudolf Eliasen
3 Flag of the Faroe Islands Ve Sigmund G. Jacobsen
4 Flag of the Faroe Islands Ve Oddmar á Lakjuni
5 Flag of the Faroe Islands Ve Steffan Kalsø
6 Flag of the Faroe Islands Ve Sørmund Kalsø
8 Flag of the Faroe Islands Mi Høgni Madsen
9 Flag of the Faroe Islands Mi Ivan Joensen
10 Flag of the Faroe Islands Ál Hjalgrím Elltør
11 Flag of the Faroe Islands Ve Bjarki Vágstún
13 Flag of the Faroe Islands Ál Kristoffur Jakobsen
No. Pláss Leikari
14 Flag of the Faroe Islands Ve Gunnar Christiansen
17 Flag of the Faroe Islands Mi Álvur H. Christiansen
18 Flag of the Faroe Islands Mi Johan Jacobsen
19 Flag of the Faroe Islands Ve Ísak Simonsen
20 Flag of the Faroe Islands Mi Bárður Heinesen
21 Flag of the Faroe Islands Ve Daniel H. Dam
22 Flag hjá Serbia Ve Filip Djordjevic
25 Flag of the Faroe Islands Mi Kristian á Lakjuni
26 Flag of the Faroe Islands Mi Niels Pauli Danielsen
13 Flag of the Faroe Islands Ve Jógvan Isaksen

[rætta] Brot úr søguni hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag1

Í 1904 - áðrenn Klaksvíkar kommuna varð sett á stovn - varð Klaksvíkar Ítróttarfelag, í dagligari talu nevnt KÍ, stovnað og tvey ár eftir stovnsetanina av kommununi, í 1910, varð fótbóltsvøllur gjørdur. Bæði í 1932 og í 1950 vóru stórar umvælingar gjørdar av vøllinum og í 1951 var hondbóltsvøllur gjørdur við síðuna av fótbóltsvøllinum. Fimm ár seinni var felagshús gjørt til KÍ. Hetta var gjørt í samráð við Klaksvíkar kommunu, sum samtykti stadionætlan í 1949. Eftir hetta – í 1960-unum - fekk KÍ nøkur góð ár og vann fleiri Føroyameistaraheiti á rað.

Í 1968 varð stór ítróttarhøll bygd í Klaksvík. Høllin fekk stórar umvælingar í 1980-unum og hon varð eisini útbygd. Samstundis fekk fótbóltsvøllurin stórar umvælingar og í 1988 var graslíki lagt á vøllin. Nýliga er nýtt skýlið bygt við fótbóltsvøllin.

Harvið vóru ikki einans umstøðurnar hjá fótbóltinum gjørdar nógv betri, men eisini hondbólturin og innandura ítróttargreinar sum heild fingu nógv betri kor. Tey seinastu árini hava bæði flogbólturin, kvinnufótbólturin og kvinnuhondbólturin havt góð úrslit at víst á.

[rætta] Keldur


[rætta] Slóðir úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál