FC Hoyvík

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
FC Hoyvík
Navn FC Hoyvík
Stovnað 12. januar 1975
Formaður Føroyar Fróði Danielsen
Høvuðsvenjari Føroyar Súni Fríði Barbá og Danmark Jan M. Laursen
Liga 2. deild
2020 10. pláss i 1. deild
Heimasíða http://www.fchoyvik.fo
Heimavøllur
Útivøllur

FC Hoyvík (fyrr Ítróttarfelagið Fram) er eitt fótbóltsfelag úr Havn og Hoyvík, sum var stovnað hin 12. januar 1975. Í 2011 hevur felagið lið í 1. deild og 2. deild hjá monnum. Venjarir eru Súni Fríði Barbá og Jan M. Laursen (august 2011).[1] Í 1977 leikti Fram í bestu føroysku fótbóltsdeildini, sum tá var 1. deild, felagið hevur ikki síðan havt lið í bestu deildini. Felagið er einasta fótbóltsfelag í Føroyum, sum er rykt fýra deildir niður, frá 1. deild til 4. deild. Seint í 2008 skifti felagið navn til FC Hoyvík og í 2009 leiktu liðini við nýggja navninum. Samskipanarleiðari hjá FC Hoyvík er Fróði Danielsen, dómarar eru Rói Jacobsen og John Eystberg.[2]

Starvsnevnd[rætta | rætta wikitekst]

  • Formaður/Kassameistari: Fróði Danielsen
  • Næstformaður/Webmaster: Tórarin Hentze
  • Nevndarlimur: Rúni Juul

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. FaroeSoccer.com
  2. "FCHoyvik.fo, Um felagið". http://www.fchoyvik.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=83&Itemid=89. Heintað 2011-08-13. 

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]