Effo

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Effo - Føroya Orkufelag er føroysk fyritøka, sum selur olju og bensin bæði til privat og til vinnukundar. Effo letur oljuúrdráttir til føroysk og útlendsk skip í Føroyum, til flogfør, virkir og stovnar. Effo hevur støðir kring alt landið har felagið eisini hevur matvøruhandlar. Matvøruhandlarnir vórðu nevndir Fast líka fram til 2020, tá nevndin valdi at leggja heitini Effo og Fast saman, so alt nú eitur Effo. Umleið 200 fólk arbeiða hjá Effo.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Effo hevur fyrr havt útlendska navnið Statoil, og áðrenn tað var navnið Esso. Tað vóru Trappubrøðurnir í Havn, sum byrjaðu virksemi við at innflyta og selja olju fyrst í 20. øld. Oljan varð innflutt í trætunnum. Fyrsta goymslan var í Kollafirði. Ein av brøðrunum, Harald Haraldsen, gjørdist í 1918 umboð fyri Det Danske Petroleum A/S - DDPA. Fyrstu oljutangarnir í Havn komu í 1935, tá Valdemar Lutzen umboði DDPA. Esmar Fuglø legði í 1949 Føroysk Oljusøla saman við DDPA, sum tá var blivin partur av oljufelagnum Esso. Í 1950-unum var hend stór menning av føroyska samfelagnum, og oljufelagið víðkaði um sítt virksemi, keypti oljuskip og bygdi bensinstøðir við navninum Esso. Í 1987 broytti fyritøkan navnið til Statoil, og í 1998 bleiv Føroya Oljufelag partur av Statoil. Í 2007 keyptu føroyingar ein part burturúr norska Statoil og fyritøkan skifti tá navn til Effo. Navnið sipar til bókstavirnir fo, sum er stytting av Føroya Orkufelag, og samstundis eru bókstavirnir eisini altjóða stytting fyri Føroyar og verður t.d. brúkt í endingunum á heimasíðu adressum.[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Effo.fo, Um okkum". http://www.effo.fo/Default.aspx?pageid=11459. Heintað 2012-01-02. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]