Tofta Ítróttarfelag

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
B68
Logo B68.jpg
Navn Tofta Ítróttarfelag, B68
Kelinavn Pantararnir (óalment)
Stovnað 21. desember 1962
Leikvøllir Svangaskarð
Rúmd 5.000
Formaður Flag of the Faroe Islands Jógvan Højgaard
Høvuðsvenjari Flag of the Faroe Islands Bill McLeod Jacobsen
Liga Effodeildin
2011 Nr. 6
Heimasíða http://www.b68.fo
Lið litir Lið litir Lið litir
Lið litir
Lið litir
 
Heimavøllur
Lið litir Lið litir Lið litir
Lið litir
Lið litir
 
Útivøllur
B68 móti FC Suðuroy í dysti í bestu deildini vesturi á Eiðinum í Vági

B68 (Fult navn: Tofta Ítróttarfelag) er fótbóltsfelagið á Toftum. Felagið varð stovnað 21. desember 1962.

Fyrstu 8 árini spældi felagið í meðaldeildini, sum næstbesta deildin tá nevndist. Í 1976 varð føroyska fótbóltskappingin umskipað, og í tíðarskeiðnum 1976-1980 spældi B68 framvegis í næstbestu deildini, sum tá nevndist 2. deild. Í 1980 vann felagið 2. deild, og flutti upp í 1. deild.

Fyrstu ferð felagið royndi seg í bestu deildini var sostatt í 1981, og har spældu teir í samfull 24 ár til 2004, tá teir fluttu niður.

Í 2005 vunnu teir næstbestu deildina, men fluttu beinleiðis niður aftur í 2006. Í 2007 vunnu teir aftur næstbestu deildina, og hava síðani 2008 aftur verið í bestu deildini, sum nú verður rópt Effodeildin.

Í 1984 vann B68 sítt fyrsta føroyameistaraheiti í 1. deild hjá monnum, og árið eftir endurtóku teir hetta bragd. Seinast felagið vann bestu deildina var í 1992.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Føroyameistarar

  • 1984
  • 1985
  • 1992

[rætta] B68 í Europa

Ár Kapping Umfar Mótstøðulið Úrslit
1993/94 Champions League Q Flag of Croatia.svg Croatia Zagreb 0-5, 0-6
1996 Intertoto Cup 1 Flag of Austria.svg Linzer ASK 0-4
1996 Intertoto Cup 1 Flag of Germany.svg Werder Bremen 0-2
1996 Intertoto Cup 1 Flag of Sweden.svg Djurgården IF 1-5
2001 Intertoto Cup 1 Flag of Belgium.svg Sporting Lokeren 2-4, 0-0
2002 Intertoto Cup 1 Flag of Switzerland.svg FC St. Gallen 1-5, 0-6
2004-05 UEFA Cup 1Q Flag of Latvia.svg FK Ventspils 0-3, 0-8

[rætta] Keldur

[rætta] Slóðir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál