Jump to content

Stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard II

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Onnur stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard var Føroya Landsstýri frá 4. februar til 26. september 2008. Talan var um eina samgongu millum Javnaðarflokkin (við Jóannes Eidesgaard sum løgmanni), Tjóðveldi og Miðflokkinum. Orsakað av einari ósemju um eina skrivstovu úti á Tinganesi, tað sonevnda lásamálið, endaði tað við, at Tjóðveldi fór úr samgonguni hin 15. september 2008.[1] Hetta greiddi vegin fyri Fyrru stjórnini hjá Kaj Leo Johannesen hin 26. september.

Landsstýrisfólk Flokkur Frá Til
Løgmaður Jóannes Eidesgaard JF 4. februar 2008 26. september 2008
Varaløgmaður Høgni Hoydal T 4. februar 2008 15. september 2008
Aðalráð Landsstýrisfólk Flokkur Frá Til
Uttanríkisráðið Høgni Hoydal T 4. februar 2008 15. september 2008
Almanna- og heilsumálaráðið Hans Pauli Strøm JF 4. februar 2008 26. september 2008
Innlendismálaráðið Helena Dam á Neystabø JF 4. februar 2008 26. september 2008
Fiski- og tilfeingismálaráðið Tórbjørn Jacobsen T 4. februar 2008 15. september 2008
Mentamálaráðið Óluva Klettskarð T 30. august 2008 15. september 2008
Kristina Háfoss T 4. februar 2008 30. august 2008
Vinnumálaráðið Bjørt Samuelsen T 4. februar 2008 15. september 2008
Fíggjarmálaráðið Karsten Hansen MF 4. februar 2008 26. september 2008
  1. "Fiskeribladetfiskaren.no". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-12-31. https://web.archive.org/web/20131231024809/http://fiskeribladetfiskaren.no/default.asp?side=101&lesmer=9170.