Munurin millum rættingarnar hjá "Texas"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
MerlIwBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: vec:Texas
Topper 1 (kjak | íkøst)
s Strikað frágreiðing, ið stóð júst omanfyri + málsligar rættingar
Linja 14: Linja 14:
| Høvuðsstaður: || [[Austin]]
| Høvuðsstaður: || [[Austin]]
|-----
|-----
| Størsta býur: || [[Houston]]
| Størsti býur: || [[Houston]]
|-----
|-----
| Innlima: || [[29. desember]] [[1845]]
| Innlimaður: || [[29. desember]] [[1845]]
|-----
|-----
| Guvernørur: || [[Rick Perry]] ([[Republikanski Flokkurin|R]])
| Guvernørur: || [[Rick Perry]] ([[Republikanski Flokkurin|R]])
Linja 44: Linja 44:
Texas var einaferð [[Spania|spanskt]] [[hjáland]]. Tá ið [[Meksiko]] tók loysing frá [[Spania]] [[1821]], var Texas partur av [[Meksiko]]. Næstu 15 árini fluttu fleiri enn 25.000 [[norðuramerika]]narar til Texas. [[Meksiko]] var ímóti [[Trælur|trælahaldi]]. Tað dámdi fólkinum í Texas lítið, tí at tey búðu í útryðjuni í bummullarríkjinum og søgdu seg hava brúk fyri [[Trælur|trælaarbeiði]]. Í [[1835]] gjørdu tey uppreistur ímóti hernaðareinaræðisharranum [[Antonio de Santa Anna]] ([[1974]]-[[1876]]) og skipaðu fyribilsstjórn. Tey settu [[Sam Houston]] ([[1793]]-[[1863]]) at ráða og tóku býin [[San Antonio, Texas|San Antonio]] í Texas. Í [[februar]] [[1836]] gjørdi [[Meksiko|meksikansk]] herdeild við [[Santa Anna]] innrás í Texas fyri at knúsa uppreisturin. [[Meksiko|Meksikanararnir]] kringsettu [[Alamo]], sum fell 13 dagar seinni. Allir tveyhundrað hermenninir, sum høvdu vart skansan, vóru drepnir. Teir mánaðir máttu [[Santa Anna]] og herur hansara flýggja í bardagnum við [[San Jacinto]]. Texas varð lýst lýðveldi, og [[Sam Houston]] kosin forseti. Í [[1845]] bað Texas um at verða limað inn í [[USA]]. Tað varð atvold til kríggj ímillum [[Meksiko]] og [[USA]] í [[1846]]-[[1848]]. [[Meksiko]] tapti.

Í [[1836]] kunngjørdi [[Lýðveldið Texas]], at tað nú hevði fullveldi frá [[Meksiko]] og var tá alt núverandi Texas og partar av lutstatunum [[New Mexico]], [[Oklahoma]], [[Kansas]], [[Colorado]] og [[Wyoming]]. Í [[Desember|desembur]] [[1845]] endaði lýðveldið, og Texas bleiv 28. lutstatur í [[USA]]. Í [[1870-árini|1870]]- og [[1880-árini|1880’unum]] vórðu indianararnir riknir út við makt, og jarnbreytin útbygd og slóðaði ræsur fyri búreisingarnar. Neytahaldið varð meir og føddi mýtuna um Texas sum tað veruliga "villa vestið". Fyrst í [[1900-talinum]] fekk oljan stóran týdning fyri Texas, og býirnir [[Houston]] og [[Dallas]] vórðu roknaðir sum tveir teir ríkastu býirnir í heiminum. Nú er Texas næst [[Alaska]] at vinna út [[Olja|olju]]. Magnesium, jarn og uran verður eisini vunnið í Texas.
Í [[1870-árini|1870]]- og [[1880-árini|1880’unum]] vórðu indianararnir riknir út við makt, og jarnbreytin útbygd og slóðaði ræsur fyri búreisingarnar. Neytahaldið varð meir og føddi mýtuna um Texas sum tað veruliga "villa vestið". Fyrst í [[1900-talinum]] fekk oljan stóran týdning fyri Texas, og býirnir [[Houston]] og [[Dallas]] vórðu roknaðir sum tveir teir ríkastu býirnir í heiminum. Nú er Texas næst [[Alaska]] at vinna út [[Olja|olju]]. Magnesium, jarn og uran verður eisini vunnið í Texas.

[[Forseti Sambandsríki Amerika|Forsetin]] í [[USA]], [[John F. Kennedy]], varð tann [[22. november|22. novembur]] [[1963]] skotin og doyði í [[Dallas]], Texas.
[[Forseti Sambandsríki Amerika|Forsetin]] í [[USA]], [[John F. Kennedy]], varð tann [[22. november|22. novembur]] [[1963]] skotin og doyði í [[Dallas]], Texas.

Endurskoðan frá 28. okt 2012 kl. 20:23

Flagg Skjøldur
Mynd:Texas state seal.png
Map_of_USA_TX.svg
Land: USA
Alment mál: Onki
Høvuðsstaður: Austin
Størsti býur: Houston
Innlimaður: 29. desember 1845
Guvernørur: Rick Perry (R)
Vídd: 678,051 km²
Íbúgvar (2012): 25 674 681
fyri km²: 30.75/km²
Tíðarzona: UTC -7 / UTC -5
Heimasíða: Texas.gov

Texas er ein lutstatur í USA við 23 miljónum innbúgvum. Norðureftir liggur hann móti Oklahoma, í landnyrðingi móti Arkansas, eystri móti Louisiana og vestri móti New Mexico. Texas er næststørsti lutstaturin, bæði landafrøðiliga (næst eftir Alaska) og við innbúgvum (næst eftir Kalifornia). Austin er høvuðsstaður. Lutstaturin var fyrr partur av Meksiko, og í eitt tíðarskeið á næstan 10 ár sjálvstøðugt land (Lýðveldið Texas), áðrenn hann í 1845 fór uppí USA. Texas eru best kend fyri cowboylívið og stórar neytagarðar, men har er eisini besta kornlendið í USA og nógv stór oljureinsiverk. Her eru høg fjøll og fruktagóðar fløtur.

Texas er tann staturin í USA, har flest deyðadømd verða tikin av døgum.

Landalæra

Veðurlagið í Texas skiftir við árstíðunum - kalt um veturin og brennandi heitt um summarið, og har eru javnan melduródnir og heglingsstormar. Inni í Texas er turt, og har eru ógvuliga stórir neytagarðar. Suðuri við strondina og nakað norður regnar, og har dyrka teir heviti, mais, bummull og rís. Suður móti Meksiko er steikjandi heitt, og har eru stór strekki, ið liggja sum oyðimerkur. Í Texas eru 254 fylki (landslutir), sum er fleiri enn í nøkrum øðrum lutstat í Sambandsríki Amerika.

Søga

Sam Houston (2. mars 179326. juli 1863).
John F. Kennedy (29. mai 191722. november 1963).

Texas var einaferð spanskt hjáland. Tá ið Meksiko tók loysing frá Spania 1821, var Texas partur av Meksiko. Næstu 15 árini fluttu fleiri enn 25.000 norðuramerikanarar til Texas. Meksiko var ímóti trælahaldi. Tað dámdi fólkinum í Texas lítið, tí at tey búðu í útryðjuni í bummullarríkjinum og søgdu seg hava brúk fyri trælaarbeiði. Í 1835 gjørdu tey uppreistur ímóti hernaðareinaræðisharranum Antonio de Santa Anna (1974-1876) og skipaðu fyribilsstjórn. Tey settu Sam Houston (1793-1863) at ráða og tóku býin San Antonio í Texas. Í februar 1836 gjørdi meksikansk herdeild við Santa Anna innrás í Texas fyri at knúsa uppreisturin. Meksikanararnir kringsettu Alamo, sum fell 13 dagar seinni. Allir tveyhundrað hermenninir, sum høvdu vart skansan, vóru drepnir. Teir mánaðir máttu Santa Anna og herur hansara flýggja í bardagnum við San Jacinto. Texas varð lýst lýðveldi, og Sam Houston kosin forseti. Í 1845 bað Texas um at verða limað inn í USA. Tað varð atvold til kríggj ímillum Meksiko og USA í 1846-1848. Meksiko tapti.

Í 1870- og 1880’unum vórðu indianararnir riknir út við makt, og jarnbreytin útbygd og slóðaði ræsur fyri búreisingarnar. Neytahaldið varð meir og føddi mýtuna um Texas sum tað veruliga "villa vestið". Fyrst í 1900-talinum fekk oljan stóran týdning fyri Texas, og býirnir Houston og Dallas vórðu roknaðir sum tveir teir ríkastu býirnir í heiminum. Nú er Texas næst Alaska at vinna út olju. Magnesium, jarn og uran verður eisini vunnið í Texas.

Forsetin í USA, John F. Kennedy, varð tann 22. novembur 1963 skotin og doyði í Dallas, Texas.

Høgi oljuprísurin í 1970-árunum elvdi til búskaparligan vøkstur í Texas. Lýggja veðurlagið og dreymurin um betri kor freistaði eisini fólk at fara vestureftir og í ein útsynning. Bílig arbeiðsmegi úr Meksiko gjørdi eisini sítt til, at fólk fóru tann vegin.

Fyrrverandi amerikanski forsetin George W. Bush var guvernørur í Texas í árunum 1994-2000.

Myndasavn

Sí eisini

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

 USA

Fyrimynd:Link FA