Oyggjar í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Oyggjarnar í Føroyum eru 1.399 km2 til víddar. 18 oyggjar eru í Føroyum. 17 eru bygdar og 1 óbygd, Lítla Dímun. Størst er Streymoyggin, 373 km2, og minst er Lítla Dímun, 0,82 km2.

Navn Vídd Íbúgvar fyri km² Kommunur Sýsla
Streymoy 373,5 22450 60,1 Tórshavn, Vestmanna... Streymoy
Eysturoy 286,3 10726 37,5 Fuglafjørður, Runavík... Eysturoy
Vágar 177,6 3064 17,3 Miðvágur, Sørvágur... Vágar
Suðuroy 166,0 4680 28,2 Tvøroyri, Vágur... Suðuroy
Sandoy 112,1 1283 11,4 Sandur,... Sandoy
Borðoy 95,0 4940 52 Klaksvík, Hvannasund Norðoyggjar
Viðoy 41,0 596 14,5 Viðareiði, Hvannasund Norðoyggjar
Kunoy 35,5 129 3,6 Kunoy Norðoyggjar
Kalsoy 30,9 94 3 Mikladalur, Húsar Norðoyggjar
Svínoy 27,4 32 1,2 Svínoy Norðoyggjar
Fugloy 11,2 38 3,4 Kirkja Norðoyggjar
Nólsoy 10,3 235 22,8 Nólsoy Streymoy
Mykines 10,3 14 1,4 Mykines Vágar
Skúvoy 10,0 36 3,6 Skúvoy Sandoy
Hestur 6,1 25 4,1 Hestur Streymoy
Stóra Dímun 2,7 8 3 Skúvoy Sandoy
Koltur 2,5 1 0,8 Koltur Streymoy
Lítla Dímun 0,8 0 0,0 Suðuroy

Hólmar[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini: Hólmar í Føroyum

Umframt tær 18 oyggjarnar eru eisini nógvir hólmar og sker í Føroyum. Tindhólmur er størsti hólmurin, hann er 65 hektarar. Í alt eru 779 oyggjar, holmar og sker í Føroyum. Suðuroyggin er tann oyggin í Føroyum, sum hevur flest holmar og sker, í alt 263 (oyggin sjálv íroknað) [1].

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "US.fo, Umhvørvisstovan.". http://www.us.fo/Default.aspx?ID=6566. Heintað 2011-01-09. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið