Norðoyar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Norðoyggjar)
Norðoyar
Landafrøði

Vídd 241 km²

Umsiting
Land Føroyar Føroyar
Íbúgvalæra
Fólkatal 6.011 (2003)

Norðoyar ella Norðuroyggjar er tær 6 norðastu og eystastu oyggjar í Føroyum. Tær liggja sum ein eind og eru Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy og Kalsoy. Viðoy, Borðoy og Kunoy eru bundnar saman av byrgingum, meðan Fugloy, Svínoy og Kalsoy kunnu náast við báti ella tyrlu.

Landslagið í Norðoyggjum er sermerkt av høgum brøttum fjøllum, og eru 7 av teim tíggju tindunum í Føroyum, sum eru yvir 800 metrar, at finna í Norðoyggjum. Her eru størri og smærri bygdir, firðir, sund, dalar og áir.

Miðdepilin í Norðoyggjum er Klaksvík, sum er næststørsti býurin í Føroyum og fiskivinnubýur burturav. Men her er annað enn fiskur.

Klaksvíkin og Norðoyggjar hava eisini nógv at bjóða teim ferðandi tá hugsað verður um søgu, mentan og vinnulív. Her finst eitt ríkt tónleikalív eins og fleiri listafólk innan málningalist eru at finna her ella stava hiðani. Gistingarmøguleikarnir eru eisini góðir í Norðoyggjum.

Í Norðoyggjum finnast nógvar vakrar og áhugaverdar kirkjur og søguligir bygningar. T.d. kunnu nevnast tann stórfingna Christianskirkjan í Klaksvík, tann gamli einahandilin við fornminnasavninum og Leikalund, eins og prestagarðurin Ónagerði á Viðareiði – har hin tiltikna Beinta, sum gav íblástur til skaldsøguna Barbara – einaferð búði, og kirkjan har eru verd at vitja.

Hesar oyggjar eru eisini ein fyrisitingarlig eind, ein sýsla og í gomlum døgum eitt prestagjald og eitt vártingsøki. Tær eru høgar og brattar, og lítið av dyrkilendi er í mun til restina av landinum. Men seyðurin í Norðoyum er óføra góður. Oyggjarnar liggja nær við fiskimiðini norðan- og eystanfyri Føroyar, og tá ið útróðurin við áttamannaførum og smærri bátum tók seg upp í seinru helvt av 19. øld, komu nógvir menn sunnan av landi norður higar at rógva út um várarnar og út á summarið. Hetta skapti trivna í teimum mongu smáu bygdunum. Men hesin vinnuvegur helt næstan uppat, eftir at bretskir trolarar í stórum tali komu higar at veiða við troli um aldarskiftið 1900.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Norðoyar, Hetland