Jump to content

Jamaika

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Jameika)
Jamaica
Jamaika
Flagg Jamaika
(Flagg Jamaika)
Skjaldarmerki Jamaika
(Skjaldarmerki Jamaika)
Tjóðarslagorð: Out of Many, One People
Tjóðsangur: Jamaica, Land We Love
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Kingston
Forsætisráðharri Andrew Holness
Kongur Charles III
Fullveldi 6. august 1962
(frá Stóra Bretlandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
11 425 km²
1.5 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
2,909,714
252/km²
Gjaldoyra Jamaikadollari (JMD)
Tíðarøki UTC -5
Økisnavn á alnetinum .jm
Telefonkota +1-876

Jamaika ella Jameika (enskt Jamaica) er ein oyggj í Karibiska havinum í Norðuramerika. Høvuðsstaðurin eitur Kingston.

Jameika er vøkur oyggj, men har eru stórir mótsetningar. Har eru fólk, sum taka sær av løttum og av heilum huga íðka krikkit og spæla reggaetónleik. So er tað stóri spenningurin ímillum nakrar fáar máttmiklar ríkmannaættir og tey fátæku í mongu fátækrabýlingunum í Kingston, har eisini nógvur harðskapur valdar. Hesa skuggasíðu síggja fá ferðafólk, sum á hvørjum ári koma at njóta lívið og tropuveðurlagið í hesum fagra landi. Ein annar týðandi vinnuvegur á Jameika er aluminiumsnámsvinnan, men hon fer óvuliga illa við náttúruni, tí at gomlu námsopini standa full av vatni og sýrueitri. Tað drepur allan vøkstur.

Íðnaðurin í Jameika er fjølbroyttur. Har eru oljureinsiverk, telduvirki og klædnavirki. Mong steinsløg verða brotin, av teimum er aluminiumsmálmur tað týdningarmesta. Ein vinnuvegur, ið vindur nógv upp á seg, er teldutilbúnaður, ið til dømis er at forrita og viðgera teldulutir og síðan senda teir til telduvirki í USA, har teldurnar verða gjørdar lidnar. Í Karibia er vanligt, at útlendsk feløg eiga hesar teldufyritøkur, men í Jameika eiga fólk har meginpartin.

Umframt ídnað og ferðavinnu hevur landbúnaðurin eisini stóran búskaparligan týdning í Jameika, og mong fólk arbeiða í banan-, kaffi-, kakao- og sukurlundum. Mangir jameikanar liva eisini av fiskiveiði, ella teir eiga ein jarðarteig og dyrka sær sínar egnu búnaðarvørur.

Útflutningur Innflutningur
1. USA 33.4 % USA 48.1%
2. Kanada 14.1 % Trinidad og Tobago 7.8 %
3. Stóra Bretland 13.4 % Japan 6.9 %
4. Niðurlond 10.2 % Frakland 5 %
5. Noreg 5.8 % Stóra Bretland 3.7 %
6. Frakland 5 % Kanada 3 %
7. Týskland 4 % -
8. Japan 2.3 % -


Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið