Guadeloupe
| |||
Tjóðarslagorð: Liberté, égalité, fraternité | |||
Tjóðsangur: La Marseillaise | |||
Alment mál | Franskt | ||
Høvuðsstaður | Basse-Terre | ||
Forseti | Emmanuel Macron | ||
Guvernørur | Victorin Lurel | ||
Fullveldi | Einki | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
1,628 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
405,739 250/km² | ||
Gjaldoyra | Evra | ||
Tíðarøki | UTC -4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .fr | ||
Telefonkota | +590
| ||
Guadeloupe er ein oyggj í Karibiska havinum og hoyrir politiskt til Frakland. Høvuðsstaðurin eitur Basse-Terre. Oyggjabólkurin er partur av teimum Smáu Antillunum og er av vulkanskum og korall uppruna. Oyggjabólkurin hevur fleiri befólkaðar og óbefólkaðar oyggjar: tær størstu oyggjarnar eru Basse-Terre, Grande-Terre, Marie-Galante og La Desirade. Oyggjabólkurin liggur ímillum Atlantshavið og Tað Karibiska Havið. Oyggjarnar liggja millum Dominica í suðri og Antigua og Barbuda í norði. Oyggjarnar hava eina vídd á 1628 km². Oyggjabólkurin er ein av teimum 26 regióninum Fraklands og er tí eisini ein limur í Evropeiska Samveldinum, og gjaldoyrað er evran. Oyggjarnar Saint-Barthélemy og Saint Martin vóru eisini partar av Guadeloupe, men gjørdust sjálvstøðug fronsk hjálond í 2007. Oyggjarnar hava verið undir fronskum yvirvaldi síðan 1674, men vóru millum 1813 og 1814 ein partur av Svøríki. Kristoffur Kolumbus var tó tann fyrsi evropearin, sum kom til oyggjarnar, tað var við sína aðru ferð í november 1493.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]