Stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard I
Appearance
(Ávíst frá Fyrsta stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard)
Fyrsta stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard var Føroya landssstýri frá 3. februar 2004 til 4. februar 2008, við Jóannes Eidesgaard frá Javnaðarflokkinum sum løgmanni.[1] Tríggir flokkar fóru í samgongu: Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin. Valbókstavirnir hjá hesum flokkum eru ávikavist A, B og C, og landsstýrið varð tí umrøtt sum «ABC-samgongan». Í januar 2008 gjørdist tað greitt, at hesir flokkar ikki kundu semjast um at halda fram í samgongu eftir løgtingsvalið, sum var í sama mánaða.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Tinganes.fo Føroya løgmenn og landsstýri síðan 1948
- ↑ Heimasíðan hjá løgtinginum (arkiverað)