13. desember
Appearance
Nov - Des - Jan | ||||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | |||
5 | 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 |
12 | 13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 |
19 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 |
26 | 27 | 28 | 29 | 30 | 31 | |
Kalendari fyri 2024 Allir dagar |
13. desember er dagur 347 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 348 um skotár er). 18 dagar eru eftir av árinum.
Dagurin í dag kallast Luciadagur.
Hendingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1642 - Abel Tasman gerst fyrsti maður, ið finnur Nýsæland.
- 1867 - Írsk mótstøðufólk bresta bumbu í London, 6 fólk lata lív.
- 1903 - Kvívíkar kirkja verður vígd.
- 1938 - Føroyskt verður viðurkent sum skúlamál. Jødatýningin: Neungamme týningarlegan opnar í Hamborg.
- 1941 - Seinni heimsbardagi: Ungarn og Rumenia melda kríggj ímóti USA.
- 1959 - Erkibiskup Makarios III gerst fyrsti forseti Kýpros.
- 1974 - Malta fer uppí Bretska samveldið.
- 1982 - Ein jarðskjálvti í Norðurjemen, hevur við sær at 2800 lata lív og 1500 onnur verða særd.
- 2001 - Indiska tingið verður fyri yvirgangsatsókn. 12 fólk lata lív, harímillum yvirgangsmennirnir.
- 2002 - Evropa Samveldið boðar frá at Kýpros, Kekkia, Estland Ungarn, Letland, Litava, Malta, Pólland, Slovakia og Slovenia gerast limir frá 1. mai 2004.
- 2003 - Saddam Hussein verður fangaður nær heimi sínum í Tikrit í Irak.
- 2006 - Sáttmáli Sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, samtyktur í ST
- 2011 - 7 fólk, harímillum eitt 17 mánaða gamalt smábarn, lata lív í einum sjálvmorðsálopi á ein jólamarknað í Liége í Belgia.
- 2013 - Ein næmingur verður skotin til deyða, tá hon leitar eftir bókavørðinum, á einum bókasavni á miðnámskúla hennara í USA. Gerningsmaðurin hevði júst verið burturvístur úr debatttoymi skúlans av bókavørðinum. Hann tók sítt egna lív stutt aftaná hendingina.
Føðingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1797 - Heinrich Heine, týskur rithøvundur (d. 1856)
- 1818 - Mary Todd Lincoln, amerikonsk forsetafrú (d. 1882)
- 1925 - Dick Van Dyke, amerikanskur sjónleikari
- 1929 - Christopher Plummer, kanadiskur sjónleikari
- 1945 - Herman Cain, amerikanskur politikari
- 1957 - Steve Buscemi, amerikanskur sjónleikari
- 1976 - Søren Friis, danskur fótbóltsleikari
- 1981 - Amy Lee, amerikonsk songkvinna (Evanescence)
- 1989 - Taylor Swift, amerikonsk songkvinna
Andlát
[rætta | rætta wikitekst]- 1784 - Samuel Johnson (f. 1709)
- 1944 - Wassily Kandinsky, russiskur málari (f. 1866)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |