Luciadagur
Appearance
Luciadagur er 13. desember. Lucia er eitt italskt verndarhalgimenni, sum leið martýrdeyðan. Halgidagur hennara er 13. desember, sum í julianska kalendaranum var ársins styttsti dagur. Lucia hevur sín uppruna í latínska "lux", sum merkir ljós. Siðurin við Luciagongum stavar frá 1928, tá eitt svenskt blað kjósaði ársins Luciu Stockhólm. Í dag hevur hvør einasti býur í Svøríki sína egnu Luciu, og allar Luciaurnar luttaka í kapping um at verða ársins Lucia Svøríki. Í Svøríki hava tey tó hátíðarhildið Lucianáttina, ella Lussenatten, sum hon kallast, síðani 16-1700-talinum. Í Føroyum verður Lucia fagnað við gongum á skúlum, røktarheimum, í kirkjum og barnagørðum.