Herman Cain
Herman Cain | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 13. des 1945 í/á Memphis |
Andaðist | 30. jul 2020 í/á Atlanta |
Deyðsorsøk | COVID-19 |
Alma mater | Morehouse College, Purdue University |
Starv | útvarpsvertur, politikari, vinnulívsfólk, journalistur, høvundur |
Politiskur flokkur | Republikanski Flokkurin |
Trúgv | Baptists |
Mál | Enskt mál |
Heimasíða | http://www.hermancain.com |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000030322618 |
VIAF | 267597928 |
LCAuth | n96068761 |
IMDB | nm3087342 |
Commons | Herman Cain |
Herman Cain (føddur 13. desember 1945 í Memphis, Tennessee; d. 30. juli 2020) var ein amerikanskur politikari. Hann býr í løtuni í Georgia. Cain hevur í fleiri ár verið formaður í Godfather's Pizza. Cain fekk stuðul frá nógvum republikonskum veljarum fyrr í 2010, men síðani fjølmiðlarnir fóru at skriva um hansara kynslív, hava nógvir veljarar vent honum bakið. Í oktober 2010 kom fram, at Cain hevði gjørt seg inn á tvær kvinnur, tá hann var stjóri í áhugafelagnum hjá amerikonsku matstovuvinnuni. Tað kom eisini fram, at kvinnurnar fingu pengar frá felagnum, tá tær fóru úr størvunum [1], men Cain helt kortini uppá, at hann hevði ikki gjørt nakað skeivt. Politiskir eygleiðarar í USA siga, at Herman Cain hevði mist so nógv av sínari undirtøku, at tað var ógjørligt at venda gongdini. Hann hevði tí ikki annað í at velja enn at taka seg aftur, siga teir. Hann hevur ikki verið á tí politiska pallinum fyrr, men er nevndarformaður í fyritøkuni Godfather´s Pizza.
Cain kunngjørdi í desember 2010, at hann gevst við royndini at gerast forsetavalevni hjá tí republikanska flokkinum í 2012 [2]. Fyri nøkrum fáum vikum síðani lá Herman Cain væl fyri í meiningakanningunum, men skuldsetingar um ótrúskap hava gjørt, at teir flestu veljararnir hava vent honum bakið. Tað seinasta av álitinum fór, tá ein kvinna boðaði frá, at hon hevur verið elskarinna hansara í 13 ár. Sjálvur sigur Cain, at hann kennir kvinnuna, men at hann hevur ikki havt nakað kynsligt samband við hana. Eygleiðarar meta, at politiska yrkisleiðin hjá Cain, sum er fyrrverandi stórhandilsmaður og pizzaeigari, liggur í skeljasori, og at hann hevur ongar møguleikar at venda rákinum aftur.