Jump to content

Nýkaledónia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Nouvelle-Calédonie
Flagg Nýkaledónia
(Flagg Nýkaledónia)
Skjaldarmerki Nýkaledónia
(Skjaldarmerki Nýkaledónia)
Tjóðarslagorð: Terre de parole, terre de partage
Tjóðsangur: Soyons unis, devenons frères
Alment mál Franskt
Høvuðsstaður Nouméa
Forseti Emmanuel Macron
Forsætisráðkvinna Louis Mapou
Fullveldi Einki a
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
18,576 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
268,767
14,5/km²
Gjaldoyra CFP Frankur
Tíðarøki UTC +11
Økisnavn á alnetinum .nc
Telefonkota +687
a Frakland hevur enn ræðið á teimum fólkaríku oyggjunum í Nýkaledónia.

Nýkaledónia (alment franskt: Nouvelle-Calédonie) er eitt oyggjaland í Kyrrahavinum. Høvuðsstaðurin eitur Nouméa.[1] Nýkaledónia er 1800 km eystan úr Avstralia, 630 km sunnan úr Vanuatu og 1300 km vestan úr Fiji. Sum mangar aðrar oyggjar í Polynesia er Nýkaledónia undir einari størri og sterkari tjóð, Fraklandi.

Nýkaledónia hevur verið undir franska stýrinum síðan 1853. Í byrjanuni varð hjálandið brúkt til at húsa revsifangum. Í dag búgva uml. 268.000 fólk á oyggjunum, sum hava ábyrgdina av 40 prosent av heimsins nikkulframleiðslu. Nýkaledónia fær 1,3 mia. evrur, ella knappar 10 mia. krónur, um árið úr Fraklandi. Hjálandið hevur eisini fýra umboð í franska parlamentinum, umframt sína egnu kongress, ið hevur ábyrgdina av ymsum økum sum t.d. løgregluarbeiði, útbúgving og lokalari lóggávu.

Nýkaledónia liggur eystan fyri Avstralia og norðan fyri Ný Sæland. Nýkaledónia brúkar bæði fronsku trikolorina og egið flagg.

Ný Kaledonia hevur verið undir fronskum ræði, síðani tað var koloniserað seint í nítjandu øld. Upprunaliga sendu fraklendingar fangar úr Fraklandi til Ný Kaledonia, men seinni tók seg eisini upp nikkel ídnaður har. Stríð tók seg upp millum fronsku niðursetufólkini og melanesar um vald og jørð, sum endaði við at fraklendingar tóku ræðið við vápnamegi og oyggin bleiv ein fronsk koloni.

Ný Kaledonia var eitt av londunum, ið eftir Seinna heimsbardaga var sett á listan hjá ST yvir hjálond, sum fingu rætt at skipa seg sum sjálvstøðug lond. Tá fólkaatkvøða skuldi haldast í 1988 brast ófriður á. Partarnir vóru ikki samdir um, hvør skuldi hava atkvøðurætt og hvønn leiklut ST skuldi hava í samband við valið. Melanesiska sjálvstýrisrørslan boykottaði valið og undir ófriðinum lótu fleiri fólk lív. Stríðið endaði, tá ein friðaravtala, nevnd Matignon-avtalan, varð undirskrivað. Í stuttum varð innihaldið, at loysingarrørslan játtaði ikki at krevja fólkaatkvøðu um sjálvstøðu tey næstu 10 árini, og Frakland játtaði at seta ferð á samfelagsmenningina. Semjan varð send út til fólkaatkvøðu 6. nov 1988 við spurningin um, at ein fólkaatkvøða um loysing skuldi vera í 1998. 80% av teimum ið atkvøddu, vóru fyri henni (luttøkan á atkvøðuni var 37 %).

Í 1998 var avtala gjørd ímillum allar flokkarnir, bæði loysingar- og sambandsflokkarnar og tann franska statin, sum skuldi tryggja Ný Kaledonia meira sjálvræði/sjálvstøðu – tann sokallaða Noumea-avtalan. Avtalan staðfesti eitt nú, at Ný Kaledonia kundi yvirtaka ræðið á ymsum málsøkjum, og at fólkaatkvøða um loysing varð útsett og skuldi vera í seinasta lagi 20 ár eftir, at avtalan varð undirskrivað. Ný Kaledonia skipaði seg við einum fólkavaldum tingi og eini stjórn, sum umsitur tey staðbundnu politisku økini. Harafturat velja tey tveir limir í franska tingið og ein senator. Frakland hevur ræðið á rættarskipanini, løgreglu, verjumálum og uttanríkispolitikki, og ríkisveitingin er um 10 milliardir krónur.

Triðingurin av inntøkunum á oynni er stuðul úr Fraklandi. Hin parturin fæst úr ferðavinnuni og útfluttum nikkuli.[2] Franska hjálandið er millum heimsins størstu framleiðarar av nikkuli; Nýkaledónia flytur út uml. 40 % av øllum nikkuli í heiminum.[3] Nýkaledónia er millum tey lond í heiminum, har mest verður útvunnið av nikkuli og kobolti. Tann nógva námsvinnan hóttir umhvørvið. Ikki bara elvir hon til sár í landslagnum, men nógvastaðni eru tey økini eitrað, har fólk skulu fáa vatn. Ringast stendur til á Salomonsoyggjunum og í Nýkaledónia. Har hava námsfyritøkurnar hvørki havt umhvørvið ella fólkið á staðnum í huga. Nógvastaðni hevur eisini skógarvinnan ringt árin á umhvørvið.

Upprunafólkið nevnist melanesar ella kanakkar, men rættiliga stórur partur av fólkinum í Ný Kaledonia í dag eru evropearar – serliga av fronskum uppruna. Ný Kaledonia er eitt oyggjaland, sum liggur 900 fjórðingar eystur úr Avstralia, og har búgva sløk 270.000 fólk. Av hesum eru: 43% Kanakkar, 37% av evropiskum uppruna og 20% onnur (asiatar, o.s.fr.). Melanesar – ella kanakkar - hava egið mál og mentan, men franska málið verður brúkt í flestum almennum samskifti.

  1. "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/nc.html. Heintað 2014-10-29. 
  2. https://snl.no/Ny-Caledonia
  3. http://archive.unu.edu/unupress/unupbooks/80505e/80505E03.htm
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið