Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins (Nordisk Råds litteraturpris) varð stovnað av norðurlendsku stjórnunum í 1961. Virðislønin verður latin árliga av Norðurlandaráðinum, fyrstu ferð í 1962. Í 1962 var virðislønin 50.000 dkk. Síðan 1995 hevur hon verið 350.000 dkk.
Virðislønin verður latin fyri eitt bókmentaligt verk skrivað á norðurlendskum máli. Endamálið við virðislønini er at økja um áhugan fyri máli og bókmentum í Norðurlondum og fyri norðurlendska mentanarfelagskapinum.
Higartil hava bert tríggir føroyingar fingið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, William Heinesen fekk hana í 1965 fyri Det gode håb, Rói Patursson fekk hana í 1986 fyri yrkingasavnið Líkasum og Vónbjørt Vang fekk hana í 2025 fyri yrkingasavnið "Svørt orkidé".[1] Tóroddur Poulsen hevur verið tilnevndur seks ferðir: 1996, 2002, 2005, 2009, 2011 og 2014.[2] Jóanes Nielsen hevur verið tilnevndur fimm ferðir: 1988, 1994, 1999, 2004 og 2013, meðan Carl Jóhan Jensen hevur verið tilnevndur fýra ferðir: 1991, 1998, 2007 og 2008.
Móttakarar
[rætta | rætta wikitekst]





Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Vónbjørt Vang vunnið bókmentavirðisløn Norðurlandsráðsins, kvf.fo, 21.10.2025
- ↑ Norden.org, Nominerede 1962-2012
- ↑ Her er vinderne af Nordisk Råds priser 2025!, norden.org, 21. oktober 2025
- ↑ Nu kender vi vinderne af Nordisk Råds Priser 2024 – Tillykke!, norden.org, 22-10-2024
- ↑ Joanna Rubin Dranger får Nordisk Råds litteraturpris 2023, norden.org, 31-10-2023
- ↑ Solvej Balle fik Nordisk Råds litteraturpris 2022, norden.org, 1-11-2022
- ↑ Rå grønlandsk roman snupper Nordisk Råds Litteraturpris, bt.dk 2-11-2021
- ↑ Monika Fagerholm skriver perfekt fra tavshedens mørke , information.dk
- ↑ "Overvældet Kirsten Thorup takker for nordisk litteraturpris". DR. 1. november 2017. https://www.dr.dk/nyheder/udland/overvaeldet-kirsten-thorup-takker-nordisk-litteraturpris. Heintað 2. november 2017.