Kim Leine
| Kim Leine | |
|---|---|
|
| |
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 28. aug 1961 í/á Bø (Noreg) |
| Starv | sjúkrarøktarfrøðingur, høvundur, skaldsøguhøvundur, týðari |
| Mál | danskt mál, Norskt mál |
| Dátuheiti | |
| ISNI | 0000000078762276 |
| VIAF | 13492348 |
| LCAuth | no2008122954 |
| IMDB | nm6094578 |
| Commons | Kim Leine (novelist) |
Kim Leine Rasmussen (28. august 1961 í Bø í Telemarkini, Noreg) er ein dansk-norskur skaldsøgurithøvundur.[1]
Hann varð føddur í Noregi, og flutti til Danmarkar at búgva sum 17-ára gamal. Hann nam sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur. Síðan flutti hann til Grønlands, har hann búði í 15 ár. Í 2004 vendi hann aftur til Danmark har hann útgav fyrstu skaldsøgu sína «Kalak» í 2007. Hann fekk donsku bókmentaheiðurslønina De Gyldne Laurbær,[2] fyri skalsøgu sína um tann norskfødda trúboðaran Morten Falck í Grønlandi, um hansara møti við tann karismatiska prædikumannin Habakuk og konu hansara Mariu Magdalenu.
30. oktober 2013 fekk hann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna Profeterne i Evighedsfjorden.
Bøkur hansara eru týddar til norskt, svenskt, íslendskt, finskt, týskt, hollanskt, franskt, ungarskt, rumenskt, spanskt, italienskt og engskt.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- Kalak, (2007)
- Valdemarsdag, (2008)
- Tunu, (2009)
- Profeterne i Evighedsfjorden, (2012)
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 2013 - Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna Profeterne i Evighedsfjorden
- 2012 - De Gyldne Laurbær
- 2012 - Weekendavisens litteraturpris