Jump to content

Sápmi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Sámaland)
Sápmi
Sápmi

Noreg
Svøríki
Finnland
Russland

Tjóðsangur: Sámi soga lávlla
Tjóðardagur: 6. februar
Mál: Sámiskt, Norskt,
Svenskt, Finskt,
Russiskt
Fullveldi: Onki
Vídd: 388 350 km²
Íbúgvar: 2,31 mió.
(70 000 sámar)
Tíðarzona: UTC +1 til +3

Sápmi (sámiskt: Sápmi, Sámieatnan) er sámiska heitið fyri Sámaland, sum er ein partur av Noregi, Svøríki, Finnlandi og Russlandi. Sámarnir hava búð í Sápmi í túsundtals ár, og teir hava leingi einki stórvegis samband havt við umheimin. Sámarnir hava egið mál og serstaka mentan og royna at vinna sær størri sjálvræði í landøki sínum. Sámarnir hava eisini sítt flagg, sjálvt um teir, landafrøðiligt, eru borgarar í fleiri ymiskum londum. Sámiska flaggið hevur fleiri litir og eins og tað grønlendska, ein sirkul ella ein ring. Hjá mongum sámum er reinsdjórahald enn høvuðsvinna, men gongdin er, at teir meir og meir liva sum øll hini fólkini í hesum londum.


Í 18. øld royndi danska-norska ríkið at fáa betri eftirlit við sámunum. Roynt varð at fáa teir at taka við kristnari trúgv.

Sámarnir hava ongantíð sjálvir átt kong ella høvding. Teir flestu hava upp ígjøgnum tíðirnar livað av reinsdjóraveiði, fiskiskapi og landbúnaði. Ein partur flytur úr einum staði í annan. Teir fara við reinsdjórafylgjunum, sum á sumri halda til í fjøllum og á graslendi, og um veturin leita inn í skógin ella oman at strondini.

Norski presturin Thomas von Westen (13. september 1682 - 9. apríl 1727) fór við loyvi frá stjórnini í Keypmannahavn at boða kristindómin fyri sámunum. Hann var strangur ímóti teimum, sum ikki vildu taka við kristnari trúgv. Fleiri túsund rúnatrummur vórðu brendar, og tey, sum ikki vildu sleppa gomlu trúnni, vórðu dømd til deyða. Thomasi von Westen dámdi ikki, at konufólk og mannfólk høvdu sama rætt at taka samfelagsligar avgerðir. Men hann lærdi seg sámiska málið, tí hann helt tað vera rímiligt, at kristindómurin varð boðaður teimum á teirra egna máli. Í 18. øld tóku fleiri og fleiri sámar við kristnari trúgv bæði í Noregi, Svøríki og Finnlandi.

Í 1751 fingu Danmørk, Noreg, Svøríki og Finnland sett fast mark norðanfyri. Sámaland varð býtt eftir landamørkunum. Men henda samtykt galt ikki teir sámar, sum fluttu úr einum staði í annan. Teir sluppu um mørkini við reinsdjórum sínum, og fingu veiði- og fiskirættindi har, teir komu. Teir sluppu eisini undan hertænastu.

Men seinast í 18. øld var nýggjur vandi á ferð. Av vatnflóð, felli og ov stórum fólkavøkstri fluttu bøndur í hundraðtali úr Eysturdali og Gudbrandsdali til Norðurlandið, Troms og Finnmørkina. Myndugleikarnir eggjaðu fólki at flyta. Tørvur var á bóndum norðanfyri. Niðursetufólkið fekk fastan bústað og eisini ognarætt til jørðina. Hetta kom sámunum dátt við. Teir vórðu riknir burtur og mistu bæði fiskirættindi og veiðirættindi. Meira enn so, at niðursetufólkini tóku burtur av reinsdjórafylgjunum og góvu sámum einki afturfyri.

Sámiska búøkið, Sápmi, røkkur frá eysturstrondini á Kolahálvoynni í (Russlandi), um alt Norðurnoreg, inn í Norðurfinnland og Norðursvøríki suður til Jämtlands og Idre. Tað eru um leið 60 000 sámar í Sápmi. Av teimum búgva umleið 35–40.000 í Noregi, 6000 í Finnlandi, 15–20.000 í Svøríki og 2000 í Russlandi. Tølini eru tó óneyv og byggja á metingar. Til eru kanningar, sum benda á, at talið er lágt sett, og at nógv fleiri hava røtur í sámiska fólkinum, men mong vita tað kanska ikki ella vilja ikki kennast við tað.

Samiskt mál

[rætta | rætta wikitekst]

Sámiska málið verður vanliga býtt í trý máløki: eystursámiskt, miðsámiskt og suðursámiskt. Mett verður, at harumframt eru um leið 20 000 sámar, sum duga nakað av sámiskum. Kanska eini 85–90 % av øllum, ið tala sámiskt, tala norðursámiskt. Tað eru orð í sámiskum, sum tað ber til at fylgja fleiri enn 6000 ár aftur í tíðina, t.d. njuolla (pílur), juoksa (bogi), suotna (sina), guolli (fiskur), njoammil (hara) - Dømini eru á norðursámiskum.

Sámiska flaggið

[rætta | rætta wikitekst]

Sámiska flaggið er felags fyri allar sámar. Teir fýra litirnir vísa, at sámarnir búgva í fýra londum. Reyði liturin ímyndir eldin, grønt náttúru, gult ímyndar sólina og blái liturin vatn. Sirkulin ímyndar sólina og mánan.

Vit føroyingar siga ikki, at vit syngja, tá vit kvøða. Sámar siga ikki, at teir syngja, tá teir joyka. Tá ein sámi joykar, verður hann tað, hann joykar, og ger sjálvur bæði ljóð og orð.
Joykið kann vera eitt ávíst dýr, fólk ella landslag, og við sínum serligu ljóðum og fáum orðum joykar hann tað, sum hann hevur at bera fram.

Bókmentir og tónleikur

[rætta | rætta wikitekst]

Sjálvt um tann fyrsta bókin varð prentað á sámiskum í 1619, so leið heilt út í 1900-talið, áðrenn sámiskir rithøvundar fóru at skriva á sámiskum. Í Noregi skrivaði Anders Larsen skaldsøguna Beaivvi Álgu (Sólarrenningin), sum varð givin út í 1912. Í Finnlandi kom yrkinga- og stuttsøgusavn Peter Jalvits Muohtačalmmit (Kavaflykrur) út í 1915. Upp aftur størri týdning hevði bók Jóhan Turkis Muitalus Sámiid Birra (Søgan Um Sámarnar), sum varð givin út á fyrsta sinni í 1910. Nevndu bøkur eru allar givnar út av nýggjum og verða nýttar eitt nú í undirvísing á fróðskaparsetrum.

Søgn úr Sámalandi

[rætta | rætta wikitekst]

Einaferð var tað ein sámi, sum gekk einsamallur úti á heiðini. Tá fingu nakrir tsjudar eyga á hann og hildu eftir honum. Maðurin, neyðardýrið, visti sær eingi onnur ráð enn at
renna undan. Hann helt til beins og slapp sær til rýmingar. Hann rann og rann, men hvagar skuldi hann fara? Í tí hann leyp upp um ein heygg, fekk hann eyga á eina holu.
Maðurin var kvikur og kreyp sær inn í holuna.

Ein eiturkoppur sat uttan fyri holuna, og tá maðurin var kropin innum, spann hann eitt lokkanet fyri allan holumunnan. Tsjudarnir undraðust á,
hvar maðurin kundi hava fjalt seg. Teir leitaðu og leitaðu. Ein teirra kom fram við holuni, men tá hann sá lokkanetið, fór hann framvið og vendi
aftur til hinar tsjudarnar.

- Gamlir sámar hava enn ta trúgv, at tú ikki skalt drepa ein eiturkopp, tí hann hevur bjargað mannalívi.

Faðir vár á sámiskum

[rætta | rætta wikitekst]

Áhčči min,

don guhte leat almmis.

Basuhuvvos du namma.

Bohtos du riika.

Šaddos du dáhtu, mo almmis nu maiddái eatnama alde.

Atte midjiide odne min beaivválaš láibámet.

Ja atte midjiide min suttuideamet ándagassii

nu go maiddái mii ándagassii addit min velggolaččaidasamet;

ja ale doalvvo min geahččalusa sisa,

muhto beastte min bahás eret.

Dasgo du lea riika ja fápmu ja gudni agálasvuhtii! Amen.

Mynd:Vulle Vuojas2.jpg
Vulle Vuojas


Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið