Jump to content

Grønlendska flaggið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Erfalasorput merkir “okkara flagg”, og tað veitraði fyrstu ferð alment á grønlendska tjóðardegnum 21. juni 1985.

Grønlendska flaggið varð fyrstu ferð alment vundið á stong 21. juni í 1985. Júst hesin dagur er longsti dagur og tjóðardagur grønlendinga. Hvíta og reyða flaggið hjá grønlendingum sýnir týðiliga munin á kuldanum úr innlandsísinum og hitanum frá sólini. Grønlendska flaggið verður nevnt Erfalasorput, sum merkir “okkara flagg”. Tað hevur eina sól í miðjuni, sum rísur úr sjónum. Flaggið er hvítt og reytt. Øll fløgg í útnorðri bera ein kross uttan tað grønlendska flaggið. Nógv hildu tað ikki vera rætt, at grønlendingar valdu eitt flagg við ongum krossi. Men meirilutin vildi júst vísa sína sjálvstøðu hóast sambandið við hjálandaveldið Danmørk.


Maðurin, sum teknaði grønlendska flaggið, Erfalasorput, Thue Christiansen, doyði sunnumorgunin 26. juni 2022 í heimi sínum í Hals í Danmark eftir langa sjúkralegu. 14 av limunum í landstinginum atkvøddu fyri uppskotinum hjá Thue Christensen, meðan 11 atkvøddu fyri einum grønum og hvítum krossflaggi. Uppskotið hjá Thue Christensen breyt við norðurlendsku siðvenjuna við krossfløggum, men tað varðveitti norðurlendska tilknýtið við at brúka somu litir sum í danska flagginum, Dannebrog. Erfalasorput lýsir grønlendsku náttúruna – sólina, ið rísir yvir innlandsísin.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]