Jump to content

Suðursámiskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Suðursámiskt)

Suðursámiskt er býtt upp í tvey málføri: Vanligt suðursámiskt og umesámiskt. Hetta seinna verður tosað í Umeådalinum og hevur summi ting til felags við lulesámiskt og norðursámiskt. Suðursámiskt er hótt. Síðstu skansarnir hjá tí eru kommunurnar Snåsa og Hattfjelldal í Noregi, har nøkur hundrað fólk enn tosa tað.

Latískt stavrað: A/a, B/b, D/d, E/e, F/f, G/g, H/h, I/i, (Ï/ï), J/j, K/k, L/l, M/m, N/n, O/o, P/p, R/r, S/s, T/t, U/u, V/v, Y/y, Æ/æ, Ø/ø, Å/å

Ä/ä er eitt avbrigdi av Æ/æ, og Ö/ö er eitt avbrigdi av Ø/ø.

C/c, Q/q, W/w, X/x, Z/z eru nýttir til fremmandaorð.

Åarjel-saemiej Skuvle er ein suðursámiskur skúli í Snåsa. Heystið 2019 ganga 17 næmingar í skúlanum. 1.-4. flokkar eru í sama høli og 5.-7. í einum øðrum høli. Næmingarnir koma frá ymiskum plássum í Noregi og onkur eisini úr Svøríki. Í 1961 varð avgerð tikin um at seta suðursámiskan skúla á stovn í Snåsa. Kostdeildin var liðug í 1968. 2. desember 1977 varð Åarjel-saemiej Skuvle tikin í nýtslu. Fyrsti skúlastjórn í Åarjel-saemiej Skuvle var Ella Holm Bull. Bull arbeiddi fyri suðursámiska málinum alt lívið, og hon skrivaði nógvar skúlabøkur og yrkti nógvar sangir. Lærararnir tosa bæði suðursámiskt og norskt. Åarjel-saemiej Skuvle veitir eisini fjarundirvísing í suðursámiskum fyri næmingar, sum ganga á øðrum skúlum. Í undirhæddini í skúlanum heldur suðursámiski barnagarðurin til.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið