Livar Nysted (føddur 27. september 1970) úr Hvannasundi er føroyskur havrógvari, sum gjørdist kendur í Føroyum og kring heimin, tá hann saman við Leven Brown, skipara, Don Lennox og Ray Carroll setti tvey nýggj heimsmet, tá teir róu tvørtur um Norðuratlantshavið við bátinum Artemis Investments úr New York í USA til St. Mary í Scilly Oyggjunum, tað gjørdu teir á sumri 2010.
Livar var boðin við á nýggja ævintýraferð tvørtur um Indiska havið, teir skuldu rógva úr Perth í Avstralia til Afrika við bátinum Sara G. Teinurin ið rógvast skal er 7000 km. Henda ferðin bleiv tó av ongum, tí báturin, La Mondiale, sum teir skuldu rógva við, bleiv vrak undir einum øðrum túri við øðrum rógvarum. Tíbetur kláraðu allir at koma undan við lívinum.
Tað gekk ikki long tíð, so fann Livar aðra loysn, hann slapp við á ein túr tvørtur um Suðuratlantshavið, har ætlanin er at seta nýtt heimsmet. Teir løgdu frá landi hin 18. januar 2013 úr Puerto de Mogán, Gran Kanaria, og hildu leiðina allan teinin til Port Saint Charles, Barbados. Aftur hesaferð var tað Leven Brown, sum varð skipari. Leven hevur sjálvur bygt bátin, sum teir róu við. Báturin eitur Avalon. Livar og teir høvdu ymiskir óvantaðir trupulleikar á ferðini, nakrir skaðar hendur við bátinum, eitt nú brotnaði kjølurin tvær ferðir, teir høvdu ein eyka við og aðru ferðina fingu teir umvælt skaðan. Ein annar trupulleiki var, at teir høvdu mótvind allan vegin og at streymurin eisini var ímóti. Teir megnaðu tí ikki at seta heimsmet, men teir vóru álíkavæl sera nøgdir við túrin, tí teir kláraðu at gjøgnumføra túrin hóast trupulleikar av ymiskum slag.
Tann 53 ára gamli konservativi Petteri Orpo (myndin) er nýggjur forsætisráðharri í Finnlandi. Umframt Savningarflokkin eru tjóðskaparligi flokkurin Sannir Finnar eins og Svensk Folkeparti og Kristindemokratarnir við í stjórnarsamgonguni.
Ulf Kristersson er valdur til nýggjan forsætisráðharra í Svøríki, eftir at Magdalena Andersson hevur lagt frá sær. Hann verður fyrsti borgarligi forsætisráðharrin í Svøríki í átta ár.
1990 - Týskland verður sameinað og eitt land, í staðin fyri Vestur- og Eysturtýskland. Landið velur at nýta flagg fyrrverandi Vesturtýsklands (myndin) sum flagg sítt.
...at Rebekka Fuglø var fyrsta føroyska kvinna, sum hevur runnið 400 metrar undir ein minutt.
...at Suni úr Hørg úr Sumba yvirlivdi arbeiðsvanlukku, har hann datt 9,70 metrar niður á betong, og nú arbeiðir sum timburmaður, hóast hann er umleið 95% blindur?
...at Hargabrøðurnir úr Sumba róku írskar sjórænarar til rýmingar úr Hvalba og fingu í 1612 boðið Stóru Dímun afturfyri avriksverk teirra, og at teir søgdu nei takk?
...at elsti føroyingurin nakrantíð, Theodor Thomassen úr Sørvági (1908-2016), át nógva grind, ið granskarar annars siga vera so dálkaða, at hon er heilsuskaðilig?
Henda Wikipedia er skrivað á føroyskum. Byrjað varð í 2004, og nú inniheldur hon 14.042 greinir. Nógvar aðrar Wikipediur eru. Nakrar av teimum størstu síggjast á listanum niðanfyri.