Daniel Jacob Danielsen
Daniel Jacob Danielsen (í Føroyum vanliga nevndur Dollin ella Dánjal, í enskum tekstum oftast nevndur Danielson, føddur 15. juni 1871 í Keypmannahavn, uppvaksin í Tórshavn,[1] deyður 16. oktober 1916 í Tórshavn) var ein føroyskur trúboðari, prædikumaður og humaniterur undangongumaður.[2] Hann var tann fyrsti føroyingurin, ið starvaðist uttanlands sum trúboðari og var við til at broyta søguna í Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo. Hann arbeiddi tætt saman við íranum Roger Casement í arbeiðinum við at skjalfesta valdsgerðir, ið vórðu framdar av fyrisitingarfólkum og hermonnum hjá tí belgiska konginum móti teimum innføddu kongolesarunum, og var við til at stovna Congo Reform Association í Stóra Bretlandi í 1904.[3][4][5]
Lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Føðing og uppvøkstur
[rætta | rætta wikitekst]Dánjal Jacob Danielsen varð føddur í Keypmannahavn í 1871 av einari ungari ógiftari føroyskari kvinnu, Sigrid Danielsen, ið flutti til Keypmannahavnar sum ung genta. Hon var fastir Victor Danielsen. Tann lítli drongurin varð navngivin Ludvig Daniel Jacob Danielsen, tað fyrsta fornavnið, Ludvig, verður sagt at vera eftir faðir hansara. Dollin kendi aldri pápa sín og brúkti heldur ikki Ludvig-navnið. Í Føroyum varð hann nevndur Dollin. Stutta tíð eftir føðingina fluttu mamma og sonur aftur til Føroya, til Havnar, har mamman giftist í 1874.
Trúboðaravirksemi og mannarættindaverji
[rætta | rætta wikitekst]Dollin fór til sjós sum 18 ára gamal og búsettist í Skotlandi, har hann lærdi til maskinmeistara og skipsførara. Hann kom frá einari trúgvandi familju í Føroyum, men var ikki trúgvandi sjálvur sum ungur. Men 27 ára gamal varð hann umvendur av Brøðrasamkomuni á einum vekingarmøti í Glasgow. Hann fór til Kongo sum trúboðari fyri Congo Balolo Mission, við støð í Bonginda. Hann var trúboðari í privata hjálandinum hjá tí belgiska konginum Leopold 2., Frístatinum Kongo 1901–03. Hann hevði høvuðsábyrgdina fyri rakstrinum av hjóldamparanum hjá missiónini, ið nevndist Pioneer og sigldi til og frá missiónini eftir Kongoánni. Í 1903 var hann skipsførari og hjálparmaður og myndamaður hjá Casement, meðan hesin gjørdi kanningarferðir fyri bretsku stjórnina fram við Kongoánni. Eftir heimkomuna til Ongland í 1904 helt Dollin eina røð av ljósmyndafyrilestrum um viðurskiftini í Kongo, har hann vísti ljósmyndir av ræðuleikunum, ið fóru fram har móti teimum lokalu fólkunum. Í enskum tekstum verður Dollin nevndur Danielson, ikki Danielsen.[6]
Í 1904 flutti Dollin saman við konu síni Linu aftur til Føroya. Her virkaði hann sum prædikumaður fyri Brøðrasamkomuna í Føroyum. Hann andaðist í 1916 og varð grivin í Gamla Kirkjugarði á Svínaryggi í Havn. Á gravsteini hansara stendur: Virkaði í Congo 1901–1903 / Ein óræddur hermaður Harrans.[6]
Í 2014 varð hann eitt av motivunum á einum av føroysku frímerkjunum, og fyrrverandi formaður í Føroya Fiskimannafelagi og politikari Óli Jacobsen hevur givið út tvær bøkur um lívið hjá Dollanum og um hansara lut í Kongo.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Jacobsen, Óli. "Daniel J. Danielsen (1871–1916): The Faeroese who Changed History in the Congo". Brethrenhistory.org. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 5 January 2016. https://web.archive.org/web/20160105074449/http://www.brethrenhistory.org/qwicsitePro/php/docsview.php?docid=1926. Heintað 27 December 2015.
- ↑ Maye, Brian (14 December 2014). "Daniel J Danielsen – a pioneering humanitarian who helped Roger Casement expose the horror of Belgian rule in the Congo". The Irish Times. http://www.irishtimes.com/culture/heritage/daniel-j-danielsen-a-pioneering-humanitarian-who-helped-roger-casement-expose-the-horror-of-belgian-rule-in-the-congo-1.2036137. Heintað 27 December 2015.
- ↑ The Casement Report 1904 and Daniel J. Danielsen; stamps.fo
- ↑ Óli Jacobsen. «Daniel J. Danielsen (1871–1916): The Faeroese who Changed History in the Congo» I: Brethren Historical Review Archived 2015-02-14 at the Wayback Machine; Vol 8, 2012
- ↑ Óli Jacobsen. Atrocity Photographs and the Congo Reform Movement. Tórshavn, 2014.
- ↑ 6.0 6.1 Heimasíðan hjá Óla Jacobsens - Daniel J. Danielsen (1871–1916): The Faeroese who Changed History in the Congo